Vøksturin í føroyska útflutningsvirðinum var eitt lítið vet hægri enn vøksturin í innflutninginum, tá ið 11 mánaðir vóru farnir av 2021 samanborið við somu mánaðir í 2020
Sambært Hagstovu Føroya var føroyska handilsjavnaavlopið við vørum, uttan skip og flogfør, 570 mió. kr., tá ið 11 mánaðir vóru farnir av 2021 samanborið við 450 mió. kr. somu tíð árið fyri. Útflutningsvirðið vaks 1.120 mió. kr. samstundis sum innflutningurin vaks við 1.002 mió. kr.
Handilsjavnaúrslitið var sostatt 118 mió. kr. hægri, tá ið 11 mánaðirnar vóru farnir av 2021, samanborið við somu tíð í 2020.
Januar – november (mió. kr.) | 2020 | 2021 | Munur | í % |
Útflutningur tilsamans | 7608 | 8.728 | 1.120 | 14,7 |
Laksur | 3.025 | 3.972 | 947 | 31,3 |
Uppsjóvarfiskur | 1.641 | 1.535 | -106 | -6,5 |
-Svartkjaftur | 131 | 137 | 7 | 5,3 |
-Sild | 563 | 428 | -135 | -24,0 |
-Makrelur | 947 | 970 | 23 | 2,4 |
Toskur hýsa og upsi | 1.192 | 1.175 | -17 | -1,4 |
Síl rækjur og onnur fiskasløg | 1.317 | 1.515 | 198 | 15,0 |
Aðrar vørur | 433 | 531 | 98 | 22,7 |
Innflutningur tilsamans | 7.157 | 8.159 | 1.002 | 14,0 |
Til hav- og landbúnað | 494 | 579 | 85 | 17,2 |
Rávøra til fiskavirking | 372 | 555 | 183 | 49,2 |
Tilfar til byggivinnuni | 797 | 759 | -38 | -4,8 |
Tilfar til aðra framleiðslu | 1.754 | 1.866 | 112 | 6,4 |
Maskinur og amboð | 685 | 887 | 202 | 29,5 |
Brennievni | 848 | 1.211 | 363 | 42,8 |
Akfør | 514 | 502 | -12 | -2,3 |
Til beinleiðis nýtslu | 1.693 | 1.800 | 107 | 6,3 |
Handilsjavni u/skip og flogfør | 451 | 569 | 118 | 26,2 |
Kelda: Hagstova Føroya.
Á útflutningssíðuni var tað serliga útflutningsvirðið á laski, sum vaks nógv í 2021 samanborið við 2020. Útflutningsvirðið á uppsjóvarfiski minkaði. Her var tað serliga útflutningsvirðið á sild, sum minkaði nógv, meðan útflutningsvirðið á svartkjafti og laksi var eitt vet hægri í 2021 samanborið við 2020. Útflutningsvirðið á botnfiski, toski, hýsu og upsa, var eitt vet lægri í 2021 enn í 2020.
Á innflutningssíðuni er tað serliga innflutningsvirðið á rávøru til fiskavirking og brennievni, sum eru nógv vaksin í 2021 samanborið við 2020, men tað var eisini stórur vøkstur í innflutninginum av maskinum, amboðum og á innflutninginum til hav- og landbúnað. Í 2020 var metstórur vøkstur í innflutninginum til beinleiðis nýtslu, men hesin vøksturin hevur javnað seg aftur í 2021.
Innflutningurin av akførum minkaði. Innflutningsvirðið á byggitilfari minkaði eisini í 2021, hóast innflutningsprísirnir á byggitilfarið hækkaðu nógv í 2021.