Handil

Handilsútbúgvingin má broytast og styrkjast

17. juni. 2024 | Tíðindi | Handilsvinna

Handilsvinnan í Føroyum heldur, at handilsútbúgvingin og merkantilu útbúgvingarnar mugu dagførast

Handilsútbúgvingin er ov lítið praktisk, og fleiri handilslærlingar halda, at tey taka FHS útbúgvingina umaftur. Handilslærlingum tørva veruligar avbjóðingar við verkætlanum í sínari útbúgving. Tað heldur Handilsvinnufelagið, sum mælir politisku skipanini at endurskoða handilsútbúgvingina og merkantilu útbúgvingarnar.

Neyðugar broytingar
Føroya Arbeiðsgevarafelag er umboðað í Yrkisútbúgvingarráðnum við Eyðvør Berg, nevndarforkvinnu í Handilsvinnufelagnum. Yrkisútbúgvingarráðið hevur latið politisku skipanini eitt tilmæli, har tað verður skotið upp at fáa ein betri samanhang millum teori og praksis í merkantilu útbúgvingunum. Tað er eisini neyðugt at gera broytingar í bæði  í faksamansetiningini og undirvísingarháttinum. Hesar broytingarnar kunnu hava við sær, at skúlagongdin fer at fara úr sjey vikum tilsamans til 9-10 vikur.

Handilsvinnufelagið heldur, at tað er neyðugt at gera broytingar í sambandi við endauppgávuna.  Tað kemur meira enn so fyri, at handilslærlingar skriva endauppgávuna langt eftir, at skúlagongdin er endað. Endauppgávan eigur at verða gjørd í sambandi við skúlagongdina, og ikki sum nú, stutt áðrenn lærlingurin er liðugur við lærutíðina.

Einki hendir
Yrkisútbúgvingarráðið hevur í tveimum umførum latið politisku skipanini síni tilmæli, á heysti 2019 og aftur á heysti 2023. Men framvegis er einki hent. Tað var neyðugt hjá Yrkisútbúgvingarráðnum í 2023 at tríva aftur í tilmælið frá 2019 og broyta tað. Hetta komst millum annað av, at donsku útbúgvingarnar vórðu dagførdar og samsvara ikki við tær føroysku. Hetta kann hava óhepnar avleiðingar fyri handilslærlingar úr Føroyum, ið ætla til Danmarkar í skúla.

Annað á breddanum

  1. NámX-næmingar fingu diplom í ferðavinnu

    NámX-næmingar fingu fríggjadagin diplom eftir níggju vikur við frálæru í ferðavinnu

    08. desember. 2025 | Ferðavinna
    IMG 5856
  2. Frávik frá føroyska málinum fær kalda móttøku

    Bæði Føroya Handverksmeistarafelag og Ráðgevarafelagið mótmæla uppskotinum um at loyva útboðum á øðrum máli enn føroyskum

    08. desember. 2025 | Almenn tíðindi
    Skærmbillede 2023 05 30 120113
  3. KT-vinnan setur útflutning á dagsskránna

    KT-vinnan savnast 16. desember fyri at seta útflutning av føroyskum KT-loysnum í miðdepilin og leggja kós fyri altjóða menning

    02. desember. 2025 | KT- og samskifti
    Vinnuhusid 4