Handilsvinnan – útlit í 2009

16. februar. 2009 | Tíðindi | Almenn tíðindi

Vinnuhúsið hevur 5. og 6. februar ringt til persónar, sum virka í og hava gott innlit í handils¬vinnuna. Tey tekin, vit hava fingið, eru rættuliga ymisk. Meðan onkur tosar um “frítt fall”, siga onnur seg hava fingið eina góða byrjan uppá 2009, men vænta kanska kortini eina minni afturgongd fyri alt árið. Skulu útlitini lýsast undir einum, er tó helst rættast at siga, at roknað verður við einari rímuligari afturgongd í 2009. Ringt er kortini at meta um, júst hvussu stóra afturgongd roknað verður við, og er hetta eisini ymiskt, alt eftir, hvat slag av vørum talan er um.

Takað vit fyrst tann partin av handilsvinnuni, sum fæst við kolonialvørur, verður roknað við einari minking, ið tó kanska ikki verður so øgiliga ógvuslig. Tikið verður til, “at fólk framvegis skulu liva og hava mat”, men hinvegin verður roknað við, at passað verður betri uppá, hvat og hvussu nógv verður keypt.
 
Verður hugt eftir útlitunum fyri sølu av hvítvørum og køkum, eru hesi nær tengd at gongdini í sethúsa- og íbúðarbygging. Her eru ikki útlit fyri at tað hendir so nógv í 2009 og tí verður roknað við ávísari afturgongd í hesari sølu. Nakað tað sama ger seg galdandi fyri møblar og annað innbúgv. Aðrar vørur sum til dømis sjónvarp og teldur eru hinvegin ikki so nær tengdar at gongdini í sethúsa- og íbúðarbyggingini og tí verður ikki roknað við, at sølan av hesum vørum verður fyri líka stórari afturgongd sum hvítvørurnar.
Tað er eisini rættuliga ymiskt, hvat er at frætta viðvíkjandi sølu av klæðum og líknandi. Onkur sigur seg selja líka nógv sum áður, meðan aðrir handlar hava havt stóra afturgongd, alt eftir hvussu handilskonseptið er sett saman.
Søla av byggitilfari kemur væntandi at minka rættuliga fitt. Her verður serliga hugsað um tann partin, sum hevur samband við størri verkætlanir og nýbygging. Søla í hesum sambandi er tó ofta vunnin í harðari kapping við aðrar veitarar og tí er ofta ikki talan um so stóran vinning í mun til søluna. Tí verður roknað við at afturgongdin í bruttovinninginum, verður lutfalsliga minni enn í søluni.
Vónir eru um, at søla í sambandi við umvælingar og viðlíkahald ikki kemur at vera eins nógv ávirkað sum søla í sambandi við nýbygging. Tey, ið fáast við at umvæla og viðlíkahalda, eiga vanliga eitt sindur at keypa fyri og fara vónandi ikki at halda seg aftur fyri tað um tíðirnar í løtuni eru nakað óstøðugar. Sum onkur sigur: “Í mun til fyri einum ári síðani, kunnu fólk, ið eiga pengar, nú fáa handverkarar og onnur at arbeiða fyri seg. So nú er at vóna, at tey ikki aftra seg at brúka pengarnar.”
Hóast tann stóra myndin í løtuni bendir á eina ávísa afturgongd í 2009, eru ikki allar fyritøkur, sum bara síggja tað neiliga í hesum. Víst verður á, at í góðum tíðum er nógv at gera, umsetningurin er stórur, men tá er kostnaðarstøðið somuleiðis høgt, og tá saman um kemur, liggur kanska ikki so nógvur vinningur eftir. Í góðum tíðum tekur eisini nógv virksemi seg upp, sum kanska í stóran mun ber á brá at vera “frítíðarvirksemi”, men sum kortini órógvar teir etableraðu aktørarnar. - Í tíðum við afturgongd dettur hetta virksemi ofta niðurfyri aftur og tað verða fleiri kundar til tær fyritøkur, ið yvirliva.
Tíðir við afturgongd gera tað eisini neyðugt at gera tillagingar, sum kunnu gagna fyritøkuni. Tað kunnu vera tillagingar í starvsfólkatalið, í arbeiðs- og upplatingar-tíðum o.s.fr. Størri dentur verður eisini lagdur á neyvari stýring av goymslu og skuldarum og samanumtikið kann týdningurin av hesum verða, at úrslitið hjá teimum best riknu fyritøkunum kortini ikki verður so vánaligt sum útlitini leggja upp til.

Annað á breddanum

  1. Kjak: Eru ov nógv almenn starvsfólk, ella er privata vinnan ov veik?

    Í nýggjasta partinum av poddvarpsrøðini Frí Mikrofon hjá Frihedsbrevet standa Niels Winther, stjóri í Vinnuhúsinum, og Súni Selfoss, formaður í Starvsfelagnum, hvør sínu megin í kjaki um vaksandi starvsfólkahópin í almenna geiranum

    03. Februar. 2025
    Niels Suni
  2. Tryggja tær pláss til Aliráðstevnuna 2025

    Nú kanst tú melda teg til árligu Aliráðstevnuna, har fólk í alivinnuni og onnur áhugað hittast til fyrilestrar og orðaskifti um havbúnað

    03. Februar. 2025 | Havbúnaður
    Billede
  3. Føroya Arbeiðsgevarafelag og Finansforbundet handað krøv

    Mikudagin 29. januar byrjaðu samráðingarnar um nýggjan sáttmála fyri starvsfólk í Føroya Banka, Trygd og Skyn

    03. Februar. 2025 | Sáttmálasamráðingar
    Samráðingar Millum Finansforbundet Og FAG (Vika 6)