Handilsvinnan vitjar Glasir

07. mai. 2018 | Tíðindi | Handilsvinna

Mándagin í farnu viku var handilsvinnan á Glasi í Marknagili. Á skránni vóru stuttar framløgur og prát millum næmingar og fyritøkur.

Olav Absalonsen og Regin W. Dalsgaard bjóðaðu vælkomin vegna ávikavist Glasir og Handilsvinnufelagið. Lars Müller hevði síðani eina framløgu um lærlingaleiðina sum útbúgvingarmøguleika, eins og hann eisini kom inn á, hvørjir starvsmøguleikar eru í handilsvinnuni. Allar fyritøkurnar fingu síðani høvi stutt at kunna næmingarnar um teirra virksemi. At enda greiddi Finn Jensen, útbúgvingarleiðari á Glasi, frá um útbúgvingarmøguleikarnar fyri handilslærlingar innan hægri lestur. Síðani var prát millum næmingar og fyritøkur á skránni.

Luttakandi fyritøkurnar vóru:

NEMA
Idé Møblar
Svend Krosstein
Skálkur Holding (Umboð frá Vero Moda, Soprt 24, Søsterene Grene og Skálki)


Endamálið við tiltakinum var at kunna og eggja tey ungu at taka yrkislærda vegin. Fyritøkurnar fingu á henda hátt møguleika fyri at heilsa upp á tey ungu, lurta eftir teirra ynskjum og greiða frá, hvat eitt arbeiði hjá teimum fevnir um, og hvørjar møguleikar tey hava, um tey velja tann vegin.

Niðanfyri eru nakrar myndir frá tiltakinum:

Annað á breddanum

  1. Starv sum samskiftisráðgevi til Vinnuhúsið

    Føroya Arbeiðsgevarafelag søkir eftir einum samskiftisráðgeva til Vinnuhúsið

    25. November. 2024 | Almenn tíðindi
    Ráðgevi2
  2. Hátíðarhald og diplomhandan í ferðavinnu í Vinnuhúsinum

    Týsdagin í farnu viku fingu næmingar í íverksetanar- og ferðavinnubreytini á NámX handað prógv í Vinnuhúsinum

    25. November. 2024 | Ferðavinna
    Námx 2
  3. LX International á vitjan í Vinnuhúsinum

    Í farnu viku vóru umboð frá Suðurkoreansku fyritøkuni, LX International, í Føroyum og kunnaðu seg um Føroyar og føroyskt vinnulív. Serliga var áhugin stórur fyri føroyskum makreli og laksi.

    25. November. 2024 | Samhandil
    Depositphotos 442622378 L