Handilsvinnufelagið: Bein mismunin burtur

13. november. 2017 | Tíðindi | Handilsvinna

Tað kann ikki verða rætt, at útlendskar handilsfyritøkur fáa framíhjárætt at selja vørur til føroyska brúkaran. Talan er um eina kappingaravlagandi støðu, sum myndugleikarnir eiga at taka í álvara og gera nakað við sum skjótast.

Nógv hevur verið tosað og skrivað um mvg- og tollfríu postsendingarnar, sum stútt og støðugt streyma inn í landið. Handilsvinnufelagið hevur ferð eftir ferð víst á ójøvnu kappingina, sum stendst av, at myndugleikarnir í Føroyum hava valt at hava eitt smálutamark á heilar kr. 300,-

Handilsvinnufelagið hevur einki ímóti, at keypt verður á internetinum, tað skuldi bara mangla. Men hví smálutamarkið skal verða so overuhonds høgt í Føroyum í mun til onnur lond er ilt at skilja. Smálutamarkið í Danmark er kr. 80,- og í Íslandi er einki smálutamark.

Sum steinur oman á byrðu
Um landsins myndugleikar ikki hava tað aðalmál at tryggja eina javna kappingarstøðu í Føroyum, gera teir ikki handilsvinnuni lív lagað í longdini. Kappingin um føroyska kundan er beinhørð, og vanligir føroyskir handlar eru í beinleiðis kapping við risafyritøkur, sum njóta stórrakstrarfyrimunir og ofta hava heimstað í lágkostnaðarlondum.

Tað er ikki fair play, tá ið landsins myndugleikar harafturat geva hesum fyritøkum MVG- og tollfrítøku á smærri postsendingum.

Eitt gullnám av inntøkum
Valla hava myndugleikarnir spátt, at keypið á internetinum úr útlandinum fór at økjast so ógvusliga, sum tað hevur gjørt seinastu árini. Úrslitið er mistar inntøkur hjá landinum og ójøvn kapping á heimamarknaðinum. Talan er um fleiri milliónir í mistari inntøku, sum avvarandi landsstýrisfólk eru vitandi um, men einki gera við. Men, men, er veljarin glaður, eru øll glað.

Føroyska handilsvinnan ger sítt til at lofta teimum møguleikum, sum eru íkomnir við talgilding og altjóðagerð, men myndugleikarnir eiga samstundis at hava framtíðina í huga og tryggja, at virksemið á heimamarknaðinum gongur fyri seg undir virðiligum og jøvnum treytum.

Áheitanin til landsins myndugleikar stendur við nú sum áður: Bein burtur mismunin!

Handilsvinnufelagið

Annað á breddanum

  1. Starv sum samskiftisráðgevi til Vinnuhúsið

    Føroya Arbeiðsgevarafelag søkir eftir einum samskiftisráðgeva til Vinnuhúsið

    25. November. 2024 | Almenn tíðindi
    Ráðgevi2
  2. Hátíðarhald og diplomhandan í ferðavinnu í Vinnuhúsinum

    Týsdagin í farnu viku fingu næmingar í íverksetanar- og ferðavinnubreytini á NámX handað prógv í Vinnuhúsinum

    25. November. 2024 | Ferðavinna
    Námx 2
  3. LX International á vitjan í Vinnuhúsinum

    Í farnu viku vóru umboð frá Suðurkoreansku fyritøkuni, LX International, í Føroyum og kunnaðu seg um Føroyar og føroyskt vinnulív. Serliga var áhugin stórur fyri føroyskum makreli og laksi.

    25. November. 2024 | Samhandil
    Depositphotos 442622378 L