Handilsvinnufelagið bjóðar limum á fund

22. juni. 2015 | Tíðindi | Almenn tíðindi

Nevndin vil bjóða limum felagsins á fund í Vinnuhúsinum at umrøða mál av felags áhuga. Í hesum sambandi fer nevndin at leggja fram ætlan sína fyri komandi árið.

Felagið ynskir á hesum fundi at koma í prát við limir sínar, hoyra hvørji mál upptaka limirnar, og hvat limirnir kundu hugsað sær, at felagið tókst við. Mett verður, at tað er av týdningi at hava eitt sterkt Handilsvinnufelag, og nevndin fer tískil áhaldandi at eggja fleiri handilsfyritøkum at gerast limir í felagnum.

Fundurin verður í Vinnuhúsinum týsdagin 23. juni kl. 15.00

Vinarliga boða frá luttøku á industry@industry.fo .

Annað á breddanum

  1. Aðalfundur í Handilsvinnufelagnum

    Skráin fyri aðalfundin er sambært viðtøkum felagsins

    22. Apríl. 2025 | Handilsvinna
    IMG 0559 (1)
  2. Eina skipan fyri burturkastøkið

    Gevur tað veruliga meining, at eitt lítið land sum okkara hevur tvær sjálvstøðugar skipanir? Føroya Arbeiðsgevarafelag heldur, at tíðin er komin at samskipa burturkastskipanina í eina felags skipan

    22. Apríl. 2025
    Affald
  3. Frídagar um páskirnar

    Skírisdagur, langi fríggjadagur og 2. páskadagur eru heilir frídagar

    14. Apríl. 2025
    3 (3)