Handil

Handilsvinnufelagið skipar fyri tiltaki um stuldur

23. oktober. 2023 | Tíðindi | Handilsvinna

Hvat kann handilsvinnan gera við vaksandi trupulleikan við stuldri?

Hósdagin 2. november skipar Handsvinnufelagið fyri kunnandi tiltaki um vaksandi trupulleikan við stuldri. Undir tiltakinum fara limirnir hjá Handilsvinnufelagnum at fáa nøkur ítøkilig amboð til at handfara trupulleikan.

Føroya Politi, Dátueftirlitið og vinnan fara at greiða frá, hvørjar avbjóðingar eru í sambandi við stuldur, hvussu ein fyritøka handfer trupulleikan og hvørjar treytir eru galdandi í sambandi við at brúka eitt nú vakmyndatól sum amboð at fyribyrgja stuldur.

Tilmelding:

Innbjóðing til tiltakið er send til limirnar í Handilsvinnufelagnum. Um limur ikki hevur fingið innbjóðingina sendandi á telduposti, so kunnu tit seta tykkum í samband við Alva Hjelm á telefon +298 739908 ella á teldupost alvi@industry.fo.

Annað á breddanum

  1. Frídagar um páskirnar

    Skírisdagur, langi fríggjadagur og 2. páskadagur eru heilir frídagar

    14. Apríl. 2025
    3 (3)
  2. Magnus Magnussen heldur fram sum formaður

    Nevndin í Føroya Handverksmeistarafelag hevur skipað seg

    14. Apríl. 2025 | Handverk og ídnaður
    Billede1 (3)
  3. Semja gjørd við Flogskiparafelag Føroya

    Føroya Arbeiðsgevarafelag og felagið fyri flogskiparar hava gjørt nýggjan tvey ára sáttmála

    14. Apríl. 2025 | Arbeiðsmarknaður
    Flogskiparafelag Føroya