Á aðalfundinum hjá Handilsvinnufelagnum, sum var 1. mars, var boðað frá, at felagið er í holt við at skipa fyri eini ráðstevnu fyri øll, sum hava áhuga í sølu og handilsvinnu.
Handilsvinnufelagið hevur í hesum sambandi boðið Dorte Wimmer frá Retail Institute Scandinavia at halda fyrilestur um framtíðarinnar brúkara, um ættarliðið Y og Cross Channel. Eisini fer Heri á Rógvi at leggja fram eina greining av føroysku handilsvinnuni á tiltakinum, sum verður 12. mai 2016.
Nevndin í Handilsvinnufelagnum hevur skipað seg soleiðis: Tummas Hanus Dam, formaður, Regin W. Dalsgaard, næstformaður. Nevndarlimir eru Rodmundur Nielsen, Petur Eirik Djurhuus og Gunnar Mohr, sum er nývaldur í nevndina. Áki Vang Poulsen og Sophus Dal Christiansen eru tiltakslimir.