12. mai skipar Handilsvinnufelagið fyri einum kveikjandi fyrraparti fyri øllum, sum hava áhuga fyri handli og sølu.
Handilsvinnufelagið hevur farna ári sett sjóneykuna á internethandil. Hetta er ikki uttan orsøk, tí vit vita, at kundarnir eru við at broyta atburð millum annað orsaka av internethandli og nýggjum digitalum loysnum, sum geva kundunum atkomu til nógv fleiri veitarar bæði innanlands og uttanlands. Tað eru serliga kundarnir í yngra ættarliðnum, sum skulu røkkast á øðrvísi hátt enn áður, men vit gerast øll alt meiri digitaliserað og vænta tískil at verða møtt á digitalum platformum eisini.
Á ráðstevnuni fer Dorte Wimmer frá Retail Institute Scandinavia at halda fyrilestur um framtíðarinnar brúkara, um ættarliðið Y og Cross Channel. Ólavur Ellefsen, stjóri á Tökni, fer at hugleiða um, hvørjar KT- møguleikar føroyska handilsvinnan hevur, og hvørjar væntanir føroyski brúkarin hevur til digitalar loysnir nú og í framtíðini. Eisini verður ein greining av støðuni í føroysku handilsvinnuni løgd fram av búskaparfrøðinginum Hera á Rógvi, sum hevur fyritøkuna Lóður.
Møguligt verður at skráseta seg til tiltakið seinni hesa vikuna.