Handilsvinnuráðstevnan 2018 er av

19. februar. 2018 | Tíðindi | Handilsvinna

Handils- og søluáhugað hittust hósmorgunin til áhugavert kjak og til kveikjandi og kunnandi framløgur á Østrøm

Lagt var fyri við almennari framløgu av nýggju føroysku pantskipanini, sum Handilsvinnufelagið hevur arbeitt við seinastu tíðina.

Síðani greiddi svenski rekruteringsserfrøðingurin Ulrica Ekeroth frá um framtíðarinnar sølutalent, hvørji tey eru, og hvussu vit fáa fatur á teimum.

Vegna forfall hjá Gilla Haraldsen var eisini framløga um Talgildu Føroyar á skránni, har verkætlanarstjórin Nicolai Mohr Balle greiddi frá verkætlanini, hvar tey eru nú, og hvat liggur fyri framman.

Tiltakið endaði við einum áhugaverdum kjaki millum Kristinu Háfoss, landsstýriskvinnu í fíggjarmálum og Regin W. Dalsgaard, næstformann í Handilsvinnufelagnum, har evnið var smærru pakkarnir úr útlandinum og smálutamarkið. Jón Brian Hvidfeldt var orðstýrari.

Nýggja føroyska pantskipanin hjá Handilsvinnufelagnum kann lesast her

Annað á breddanum

  1. Starv sum samskiftisráðgevi til Vinnuhúsið

    Føroya Arbeiðsgevarafelag søkir eftir einum samskiftisráðgeva til Vinnuhúsið

    25. November. 2024 | Almenn tíðindi
    Ráðgevi2
  2. Hátíðarhald og diplomhandan í ferðavinnu í Vinnuhúsinum

    Týsdagin í farnu viku fingu næmingar í íverksetanar- og ferðavinnubreytini á NámX handað prógv í Vinnuhúsinum

    25. November. 2024 | Ferðavinna
    Námx 2
  3. LX International á vitjan í Vinnuhúsinum

    Í farnu viku vóru umboð frá Suðurkoreansku fyritøkuni, LX International, í Føroyum og kunnaðu seg um Føroyar og føroyskt vinnulív. Serliga var áhugin stórur fyri føroyskum makreli og laksi.

    25. November. 2024 | Samhandil
    Depositphotos 442622378 L