Tíðin er búgvin til at hava eina meistaraútbúgving í Føroyum. Hendan útbúgving skal tryggja at handverksmeistarar kenna regluverk um bygging, umframt tað handilsliga í at reka eina fyritøku, so sum roknskap, mvg og verkætlanarstýring.
Her er eitt valynski frá Handverksmeistarafelagnum, fleiri valynski kunnu lesast her
At byggja síni sethús er fyri tey allarflestu tann størsta og týdningarmesta íløgan í lívinum. Tí er tað sera umráðandi at tann, sum byggir húsini, umframt dugnaskap í handverki, kennir til regluverkið innan økið, umframt eisini hevur førleika í verkætlanarstýring. Neyðugt er at tryggja, at fólk kunnu lata síni sethús byggja og vita at arbeiðið er framt av einum løggildum handverksmeistara. Fyri at kunna tryggja slíka góðsku, er tað alneyðugt við eini meistaraútbúgving, sum, saman við royndum á økinum, gevur handverksmeistarum løggilding.
Marknaðaratgongd
Í grannalondum okkara finnast slíkar útbúgvingar longu. Eitt nú er tað eitt krav í Íslandi, at ein handverksmeistari er løggildur fyri at kunna standa fyri arbeiði, meðan meistari er eitt vart heiti í Noregi, har tað krevur løggilding fyri at kunna kalla seg meistara. Tískil hevur tað alstóran týdning, at man í Føroyum fer undir at skipa eina meistaraútbúgving, sum stendur mát við tær útbúgvingar, sum eru í grannalondum okkara. Gera vit tað, fáa føroyskar handverksfyritøkur eisini atgongd til marknaðirnir í hinum norðanlondunum. Sum støðan er í dag, hava norskar og íslendskar fyritøkur fría atgongd á føroyska marknaðin, meðan føroysku handverksmeistararnir hava sera trupult við at bjóða seg fram á teirra marknaðum, av tí at teir ikki hava líknandi meistaraútbúgving.
Trygdin er fyrimunurin
Nógvir eru fyrimunirnir við at fara undir eina meistaraútbúgving, har trygdin hjá vanligum fólki, sum lata síni sethús byggja, hevur størsta týdningin. Ein løggildur handverksmeistari hevur, umframt handverkið, eisini tað handilsliga í lagi. Um fólk ynskja at byggja síni hús sjálvi, skulu tey sjalvsagt kunna tað undir egnari ábyrgd. Um tey hinvegin biðja eina fyritøku um at byggja húsini, skal meistarin vera løggildur við royndum á økinum og eini meistaraútbúgving. Hetta tryggjar, at fólk fáa trygd fyri at teirra hús liva upp til galdandi regluverk og nútíðarkrøv annars. Samstundis tryggjar meistaraútbúgvingin, at handverksmeistarin hevur neyðugu handilsligu førleikarnar til at gjøgnumføra ta verkætlanina, sum tað er at byggja eini hús.
Føroya Handverksmeistarafelag
Marius Thomassen