Handverksmeistarar tryggjaðir

17. juni. 2019 | Tíðindi | Handverk og ídnaður

Í farnu viku undirskrivaði Føroya Handverksmeistarafelag tryggingaravtalu við Lív.

Avtalan inniber, at allir limir felagsins nú hava lívstrygging og trygging móti ávísum hættisligum sjúkum.

Nevndin í Føroya Handverksmeistarafelag hevur leingi arbeitt fram ímóti einari smiðligari avtalu, sum tryggjar limirnar, sum annars, sum arbeiðsgevarar, hava trupul tryggingarkor.

Petur Frank Joensen, næstformaður, hevur vegna felagið staðið fyri arbeiðinum at fáa til vega tryggingaravtaluna, soleiðis at handverksmeistarar nú hava lívstrygging og trygging móti ávísum hættisligum sjúkum: ”Tað eru nógv viðurskiftir, sum skulu koma uppá pláss, áðrenn ein slík avtala kann gerast. Tí byrjaðu vit í Eysturoynni, soleiðis at vit hava royndarkoyrt avtaluna í Eysturoyar Handverksmeistarafelag í eitt ár áðrenn avtalan nú kemur í gildi fyri allar handverksmeistarar í Føroyum.”

Eisini formaður felagsins, Magnus Magnussen fegnast um avtaluna: “Hesum hava vit arbeitt fram ímóti leingi. Tí er tað klárt, at vit eru fegin um nú at kunnu bjóða handverksmeistarum lívstrygging.”

Eru limir, sum enn ikki hava móttikið tryggingarskjølini, ber til at fáa tey her.

Annað á breddanum

  1. Starv sum samskiftisráðgevi til Vinnuhúsið

    Føroya Arbeiðsgevarafelag søkir eftir einum samskiftisráðgeva til Vinnuhúsið

    25. November. 2024 | Almenn tíðindi
    Ráðgevi2
  2. Hátíðarhald og diplomhandan í ferðavinnu í Vinnuhúsinum

    Týsdagin í farnu viku fingu næmingar í íverksetanar- og ferðavinnubreytini á NámX handað prógv í Vinnuhúsinum

    25. November. 2024 | Ferðavinna
    Námx 2
  3. LX International á vitjan í Vinnuhúsinum

    Í farnu viku vóru umboð frá Suðurkoreansku fyritøkuni, LX International, í Føroyum og kunnaðu seg um Føroyar og føroyskt vinnulív. Serliga var áhugin stórur fyri føroyskum makreli og laksi.

    25. November. 2024 | Samhandil
    Depositphotos 442622378 L