Hans í Líðini

11. januar. 2016 | Tíðindi | Almenn tíðindi

Hvat ger fyritøkan har tú ert stjóri/eigari?

Vit gera fyrst og fremst Trol –lemmar til trolarar world-wide, síðani gera vit rulluvektir til trolarar, sum fiska við tveimum og trimum trolum í senn. Hetta eru lemmar, sum viga frá 300 til 8300 kg. stk. Altso hvørt lemma-par vigar frá 600 til 16.600 kg. pr. par, og rulluvektirnar koma uppí 8500 kg. stykkið.

Eisini gera vit rampur at koyra eftir til og frá containarum, gera og reparera graviskuffur, leggja Hardox lag á lastir v.m . Og so gera vit dregg ella akker til alivinnuna.

Hvar heldur fyritøkan til?

Fyritøkan eigur ein bygning á Oyrunum 15 ivan land í Vági, sum er ca. 1.400 m2 og vit hava kontór í húsunum hjá Sp/f Kirvi í Ónavík í Lopra.

Nær varð hon stovnað?

Rock.fo varð stovnað 4. oktober 2004.

Hvussu nógv fólk arbeiða í fyritøkuni?

Frá tí vit byrjaðu, hevur fyritøkan havt millum 16 og 20 arbeiðsfólk uppá ársbasis. Síðani hava vit ofta havt siglandi fólk at hjálpa okkum, tá teir eru heima millum túrar, men bert tá nógv er at gera.

Vinnuligir karmar í Føroyum:

Hvat er tað besta, tað almenna hevur gjørt fyri tína fyritøku/vinnugrein seinastu 5 árini? 

Tað er ikki so nógv tað almenna kann gera fyri okkum, men vit hava fingið ein stuðul í 2012 til royndarkoyring av nýggjum modelli í royndartanganum í Hirtshals. Tað munaði væl, tí tað er sera dýrt at fáa slíkar royndir gjørdar. Og hetta modellið gjørdist ein succes í veruleikanum.

Hvat er tað besta, tað almenna kundi gjørt fyri tína fyritøku/vinnugrein?

Tað sum er so løgið í hesi vinnigreinini er, at onkur virki fáa stuðul til at byggja úr stáli, meðan onnur virkir ikki fáa sama stuðul, hóast 95 % er útflutningur. Annars eri eg ikki av tí fatan, at ein fyritøka skal liva av stuðli, men her er so ójavni í - tað er heilt vist.

Hvussu eru almennu vinnukarmarnir sum heild í Føroyum í mun til líknandi fyritøkur í grannalondunum?

Tað mugu nokk vera somu vinnukarmar í grannalondum okkara, men fara vit longur burtur, so sum til Baltisku londini ella suðureystureuropa og/ella Kina so er stórur munur á framleiðslukostnaðinum.

Hvussu eru umstøðurnar at reka vinnu í kommununi, har fyritøkan er?

Her er ikki so galið at vera, hóast eitthvørt kundi verið betri. Men vit eru í eini minni kommunu og møguliga fáa vit okkurt gjørt í framtíðini.

Hvat kundi verið betri?

Vit hava bygningin á leigugrund frá kommununi, og her kundi verið meira gjørt rundanum.

Hvussu er atgongdin til fígging av virkseminum hjá fyritøkuni?

Tað hava ikki verið nakrir trupuleikar, men goldu tó ov stórar rentur í ov langa tíð.

Eru nakrar serligar forðingar fyri at fyritøkan kann vaksa? (Um ja, nevn so tær týdningarmestu)

Størsta avbjóðingin er tann ræðuliga harða kappingin við fyritøkur, sum framleiða sínar vørur í Kina og øðrum láglønarsamfeløgum. Síðani er tað fraktprísurin til og úr Føroyum til Noregs. Annars er ongin forðing sum ikki kann loysast.

Um tú skalt royna at spáa um framtíðina, hvar sært tú fyritøkuna um 5-10 ár?

Hetta er ringt at spáa um, og vit mugu taka eitt ár í senn.

Persónligt:

Hvat er tað besta við at vera stjóri/eigari í tínari fyritøku?

Havi arbeitt við trol-lemmum síðani 1972, tá eg byrjaði at fiska við trolara. Eg havi altíð havt sera stóran áhuga í at fáa hesar at rigga, tí sagt varð, at lemmarnir útgjørdu 90 % av allari veiðugongdini.

Hetta er eitt sera spennandi arbeiði, tí ein kemur veruliga í samband við reiðarar, skiparar og fiskimenn runt um í verðini. Tá ein sjálvur í mong ár var á brúnni á trolara, so kennur man enn nógvar av sínum kollegum frá fyrr, og tað er spennandi at hoyra frá teimum. Eisini er tað einastandandi at hava gott fólk afturat sær, tí ein skipari sleppur ikki longur, enn til tað stendur á endunum. Er ongin at loysa endarnir, verður ongin túrur. Tað er bara so greitt, sum tað kann verða.

Hvat er tað mest avbjóðandi?

Tað mest avbjóðandi hjá mær, er at koma við onkrum nýggjum, sum bæði er orkusparandi og har afturat, er betri enn tað, sum er frammanundan.

Hvussu nógvar tímar arbeiðir tú um vikuna?

Tað er ringt at siga, tí ein hevur arbeiðið heim við sær eisini, so man tað ikki liggja í snit um einar 10 tímar + telefonvakt alt døgnið alt árið. Eitt stórt lemmasett kostar 4-500.000 kr. Tí kann tað verða dýrt, ikki at taka telefonina. Um onkur skipari ringir úr Barentshavinum ella úr Canada á midnátt, so mugu vit hjálpa honum í stundini, tí eitt skip fyri 2- 300 mill kr. kann ikki bíða til morgunin eftir. Hetta er eisini galdani fyri sølumann okkara.

Hvør ert tú? 


Eg eri ærukærur og vil hava alt at koyra so gott sum gjørligt. Eg eri eisini snarsintur og ótolin, um eg haldi, at arbeiði gongur ov seint. Men so eri eg eisini takksamur, um alt fellur í hakk.

Spurningar um aktuell mál:

Hvat heldur tú kann verða gjørt fyri at vaksa um fólkatalið í Føroyum?

Hesin spurningur eigur at verða reistur til tey ungu. Verður hugsað um at fáa lesandi fólk heimaftur, so mugu ungu fólkini royna at lesa okkurt, sum kann brúkast í vinnuni ella teimum vinnum, sum veruliga hava brúk fyri ungum útbúnum fólki.

Tað nýttar lítið, at øll sum lesa, skulu hava eitt almennt arbeiði, tá tey koma heim, tí tann sektorurin er yvirbygdur frammanundan.

Sigast skal, at vit just nú hava tikið ein ungan mann í arbeiði, meðan hann lesur í DK og hetta eru vit sera spentir uppá. Hann skal í hvussu er fáa nógvar spennandi uppgávur. Skulu vit hava øll heimaftur, so ber tað snøgt sagt ikki til, at øll skulu tæna politikarunum í Tinganesi ella skriva talur fyri teir. Hetta gevur 100 % úr landskassanum og ca. 50 % innaftur í kommunu-og landskassarnir.

Ein búskaparlig negativ karrusel.

Er atgongd til arbeiðsmegi nøktandi?

Her suðuri er ikki so nógv fólk at velja í, men vit upplæra teir, sum vísa ein vilja til at læra. Higartil hava vit verið nøgdir sum so.


Vinnuhúsið varpar ljós á smáar og miðalstórar fyritøkur við at spyrja stjórar innan ymsar vinnugreinar, hvussu tað er at reka fyritøku í Føroyum og teirra gerandisdag.

Annað á breddanum

  1. Starv sum samskiftisráðgevi til Vinnuhúsið

    Føroya Arbeiðsgevarafelag søkir eftir einum samskiftisráðgeva til Vinnuhúsið

    25. November. 2024 | Almenn tíðindi
    Ráðgevi2
  2. Hátíðarhald og diplomhandan í ferðavinnu í Vinnuhúsinum

    Týsdagin í farnu viku fingu næmingar í íverksetanar- og ferðavinnubreytini á NámX handað prógv í Vinnuhúsinum

    25. November. 2024 | Ferðavinna
    Námx 2
  3. LX International á vitjan í Vinnuhúsinum

    Í farnu viku vóru umboð frá Suðurkoreansku fyritøkuni, LX International, í Føroyum og kunnaðu seg um Føroyar og føroyskt vinnulív. Serliga var áhugin stórur fyri føroyskum makreli og laksi.

    25. November. 2024 | Samhandil
    Depositphotos 442622378 L