Eftir innslag í degi og viku um alilaks í Leynará, sendu øll trý føroysku alifeløgini beinanvegin kavarar niður at kanna allar alinótirnar. Einki hol var á nakrari nót. Havbúnaðarfelagið fer nú í samstarvi við Sílaveiðufelagið at royna at finna útav, hvat kann vera hent.
Mánakvøldið 27. aug. var eitt innslag í Degi og Viku, har sagt var, at nógvur sloppin alifiskur var í Leynará. Eingin í alivinnuni visti nakað um, at alifiskur skuldi verið sloppin, og øll trý alifeløg – Bakkafrost, Hiddenfjord og Marine Harvest Føroyar - sendu tí beinanvegin kavarar niður at kanna nótirnar í hvørjum einasta aliringi, har fiskur er í. Niðurstøðan var, at einki hol var á nakrari nót.
Føroysku alifeløgini nýta nógva orku uppá at fyribyrgja, at alilaksur sleppur úr ringunum og arbeiða eftir einari null-hugsjón um at eingin alilaksur skal sleppa úr ringunum. Hendingar, har alifiskur sleppur, skulu fráboðast til Heilsufrøðiligu Starvsstovuna, eins og fráboðast skal í sambandi við sertifiseringar v.m.
Hóast nógvar íløgur eru gjørdar í útgerð og betran av mannagongdum, hava tað seinastu 3½ árini (2015-í dag) verið 3 hendingar (ein í 2015 og tvær í 2017), har alilaksur er sloppin úr ringunum. Í øllum trimum førum hevur tað tó verið í sambandi við serligar hendingar (s.s. ógvusligan storm).
Havbúnaðarfelagið hevur sett seg í samband við Sílaveiðufelagið, við áheitan um, at partarnir seta seg saman at royna at finna útav, hvat tað er, sum er hent.
Havbúnaðarfelagið ynskir eitt gott samstarv við Sílaveiðufelagið, og er eins áhugað og Sílaveiðufelagið, at aling og sportsfiskarí kunnu fara fram síð um síð. T.d. kann nevnast, at alifeløgini og Havbúnaðarfelagið fyrr í summar gjørdu avtalu við Fiskaaling um at fíggja eina verkætlan, sum hevur til endamáls at fáa til vega størri vitan um sjósílastovnin við Føroyar.