Havbúnaðarfelagið undirskrivað stuðulsavtalu við Pál Joensen

04. apríl. 2011 | Tíðindi | Havbúnaður

Havbúnaðarfelagið hevur í dag undirskrivað stuðulsavtalu við Pál Joensen. Undir búmerkinum “Salmon from the Faroe Islands” verður Havbúnaðarfelagið høvuðsstuðul hjá Pál komandi árið.

Havbúnaðarfelagið hevur seinasta árið arbeitt miðvíst við at menna marknaðarføringstilfar um føroysku alivinnuna. Undir marknaðarføringsheitinum “Salmon from the Faroe Islands” verður føroyskur alifiskur marknaðarførdur í Føroyum og uttanlands. Tað er tískil upplagt at brúka møguleikan at marknaðarføra føroyskan laks undir hesum heitinum gjøgnum stuðulsavtaluna, sum Havbúnaðarfelagið ger við Pál í dag.
Framleiðslan av laksi hevur alstóran týdning fyri føroyska útflutningin, og tað er at fegnast um, at størsta ítróttartalenti hjá okkum nú skal bera navnið “Salmon from the Faroe Islands” .
Fyri kortum vóru tvey tíðindafólk frá TV2 Sport í Føroyum og gjørdu samrøðu við Pál. Tíðindafólkini hildu, at søgan um Pál er sera góð og tann sannroynd, at Pál er komin so langt undir teimum avmarkaðu umstøðunum, hann hevur havt til venjing og menning, er ótrúligt. Spurningurin er, hvussu letur hetta seg gera? Tað má sjálvandi eitt sera stórt talent umframt arbeiðs- og vinnara vilji til. Hetta líkist søguni hjá føroysku alivinnuni, sum við sera miðvísum arbeiðið er komin í ta støðu at kunna kalla seg heimsins dugnaligastu alivinnu.
Føroyskur laksur er ein sunn og góð matvøra, og Havbúnaðarfelagið kann ikki finna ein betri ambassadør fyri føroyskan laks enn Pál Joensen.
Aðrar líkheitir eru - eins og Pál so svimur laksur eisini og konditiónsfaktorurin hevur nógv at siga fyri úrtøkuna. Eins og Pál so er føroyska alivinnan millum tær fremstu í heiminum, og føroyskur laksur er og vil vera besti laksur í heiminum. Eins og Pál kennir alivinnan til tað harða miðvísa arbeiðið, sum skal til fyri at koma á ovastu rók.
Pál Joensen er uttan iva Føroya størsta ítróttartalent og heldur føroyska alivinnan, at tað er sera umráðandi, at hann fær møguleikan til at menna síni góðu evni enn meira. Peningur skal til, og alivinnan er sera fegin og stolt av at vera við til at hjálpa Pál við at koma enn longur. Tað gera vit við hesi avtaluni um at vera høvuðsstuðul komandi árið.
Føroyska alivinnan ynskir Pál bestu eydnu og blíðan byr!
Havbúnaðarfelagið
Bogi Jacobsen, formaður

Annað á breddanum

  1. Frídagar um páskirnar

    Skírisdagur, langi fríggjadagur og 2. páskadagur eru heilir frídagar

    14. Apríl. 2025
    3 (3)
  2. Magnus Magnussen heldur fram sum formaður

    Nevndin í Føroya Handverksmeistarafelag hevur skipað seg

    14. Apríl. 2025 | Handverk og ídnaður
    Billede1 (3)
  3. Semja gjørd við Flogskiparafelag Føroya

    Føroya Arbeiðsgevarafelag og felagið fyri flogskiparar hava gjørt nýggjan tvey ára sáttmála

    14. Apríl. 2025 | Arbeiðsmarknaður
    Flogskiparafelag Føroya