Billede1 (1)
Havnar Handverksmeistarafelag

Havnar Handverksmeistarafelag havt aðalfund

17. mars. 2025 | Tíðindi | Handverk og ídnaður

Sigtór A. Petersen er nýggjur nevndarlimur í Havnar Handverksmeistarafelag

Havnar Handverksmeistarafelag hevur havt aðalfund, har nevndarval eisini var á skránni. Nýggjur nevndarlimur í felagnum er Sigtór A. Petersen.

Hann er valdur í nevndina í staðin fyri Paula Hofgaard, sum boðaði frá, at hann ikki tók við afturvali. Fyri vali stóðu eisini Magnus Magnussen og Kartin Lenvig, sum báðir tóku við afturvali uttan at hava mótvalevni.

Eftir aðalfundin skipaði nevndin seg við Torbirni Hansen sum formanni og Magnusi Magnussen sum næstformanni. Nevndarlimir eru Kartin Lenvig, Sigtór A. Petersen og Jón Sigurdsson.

Nevndin í felagnum vil takka Paula Hofgaard fyri stóra arbeiðið, hann hevur lagt í felagið. Hansara íkast hevur verið avgerandi fyri menningina av felagnum, og nevndin ynskir honum alt tað besta framyvir.

Annað á breddanum

  1. Frídagar um páskirnar

    Skírisdagur, langi fríggjadagur og 2. páskadagur eru heilir frídagar

    14. Apríl. 2025
    3 (3)
  2. Magnus Magnussen heldur fram sum formaður

    Nevndin í Føroya Handverksmeistarafelag hevur skipað seg

    14. Apríl. 2025 | Handverk og ídnaður
    Billede1 (3)
  3. Semja gjørd við Flogskiparafelag Føroya

    Føroya Arbeiðsgevarafelag og felagið fyri flogskiparar hava gjørt nýggjan tvey ára sáttmála

    14. Apríl. 2025 | Arbeiðsmarknaður
    Flogskiparafelag Føroya