Havnar Handverksmeistarafelag skipar fyri limatiltaki um nýggja sáttmálan við handverkarafeløgini, um setanarprógv og um nýggju tryggingarnar, sum nú koma í gildið fyri allar handverksmeistarar.
Í oktober varð nýggjur tvey ára sáttmáli gjørdur við handverkarafeløgini. Á limafundinum verður m.a. greitt frá broytingunum í nýggja sáttmálanum.
Á fundinum verður eisini tosað um setanarskriv. Lógin um setanarprógv sigur, at øll starvsfólk, ið eru sett í starv meira enn ein mánaða, og sum í miðal arbeiða meira enn 8 tímar um vikuna, skulu hava eitt setanarskriv. Á fundinum fara vit at gjøgnumganga dømi sum uppfylla lógarkravdu upplýsingarnar til setanarskriv.
Fyrsta punktið á skránni snýr seg tó um tryggingar. Føroya Handverksmeistarafelag hevur hevur gjørt avtalu við LÍV um samlagstrygging fyri allar limir felagsins. Her verður kunna um tey praktisku viðurskiftini, nú tryggingarnar, lívstrygging og trygging móti ávísum hættissligum sjúkum, koma í gildi. Umboð fyri LÍV luttaka á fundinum.
Skrá:
1. Lívstrygging og trygging móti ávísum hættissligum sjúkum til meistarar
- felagið hevur samtykt at tekna samlagstrygging fyri allir limir felagsins.
2. Kunning frá sáttmálasamráðingunum
- Kunning um setanarskriv við praktiskari vegleiðing
- Spurningar
Fundurin byrjar kl 17.00 í Vinnuhúsinum á Óðinshædd 7. Kaffi og kaka verður at fáa í steðginum millum evnini. Eftir framløgunar verður ábit.
Freistin at melda til týsdagin 22. januar kl 13.
Tilmelding á industry@industry.fo. Nýggir limir eru vælkomnir.