Fær ferðavinnan røttu karmarnar at virka undir, kann hon skapa stórt virði fyri allar føroyingar. Ferðavinnan kann skapa vøkstur og trivnað í pørtum av landinum, har virksemið annars er minkandi. Ferðavinnan økir um arbeiðsfjøldina, betrar um búskaparliga vøksturin og skapar spennandi nýggjar tænastur, sum føroyingar eisini kunnu njóta gott av, eitt nú eina ríkari matstovumentan. Talan er somuleiðis um eina rættiliga støðuga vinnu, sum ikki verður stórvegis ávirkað av búskaparligu gongdini annars.
Týdningarmikið er tó við skipaðum viðurskiftum, soleiðis at øll kenna seg trygg. Tørvur er á samskipan og menning. Eingin ivi um tað. Náttúran er okkara tilfeingi, og henni skulu vit fara væl við, annars verður ongin ferðavinna. Greiða má eisini fáast á reglugerðini um gongd í haga. Gjald ella ikki gjald: neyðugt er við greiðum, alment og landsfevnandi reglum at halda seg til.
Føroyar hava nakrar gimsteinar, sum flest øll ferðafólk ynskja at uppliva. Neyðugt er at taka serlig atlit til hesi øki og skipa tey í tøttum samstarvi við staðbundnu íbúgvarnar, soleiðis at ferðafólkavitjanir gerast ein fongur heldur enn ein bági fyri hesi støð.
Í hesum døgum verður ofta samanborið við Ísland, sum hevur havt ein sera stóran vøkstur í ferðavinnuni seinastu árini, men skulu vit samanbera við Ísland, má samanberingin setast í rætt høpi. Talið á útlendskum gistingum í Íslandi lá í fjør á 4.571.713 náttum. Sama tal í Føroyum var 114.646 nætur. Tað vil siga umleið 39 ferðir fleiri enn í Føroyum. Fólkatalið í Íslandi er umleið seks ferðir fólkatalið í Føroyum. Neyðugt er at sláa fast, at eksplosivi vøksturin í ferðavinnuni í Íslandi seinastu árini ikki kann samanberast støðuna í Føroyum.
Tíðliga í summar varð ein heildarætlan fyri ferðavinnuna løgd fram við fleiri góðum tilmælum um, hvussu ferðavinnan skal skipast frameftir. Høvuðstilmælið var menningardeildin, sum skal setast á stovn, ið skal stuðla undir og samskipa ferðavinnutilboð kring landið. Ferðavinnufelagið vónar, at fyrireikandi arbeiðið gongur, sum ætlað, og at menningardeildin fer at virka sum skjótast, uttan at skavað verður av núverandi játtan til verandi virksemið. Politiska skipanin stuðlar ferðavinnuni við tí endamáli at geva føroyska búskapinum fleiri bein at standa á. Hesar íløgur byrja at síggjast aftur í beinleiðis inntøkum og arbeiðsplássum um allar Føroyar, men føroyska ferðavinnan er enn í sínum barnaárunum og hevur framvegis tørv á at vaksa fyri at at gerast ein súla undir føroyska búskapinum.
Samstundis er stórur tørvur á nágreiniligum hagtølum fyri, hvussu nógv ferðafólk koma til Føroya, og hvaðani tey koma. Sjøtul skuldi setast á hetta arbeiðið longu í ár, so vónandi kunnu vit gleða okkum til at fáa nágreinilig hagtøl yvir ferðafólkini í Føroyum heilt skjótt. Verandi støða við bert gistingartølum er ikki haldgóð, og um vit skulu vita og ikki gita, eru góð og nágreinilig hagtøl tí av alstórum týdningi.
Ferðavinnufelagið gleðist um jaligu gongdina seinastu árini, har áhugin fyri Føroyum sum ferðamannalandið er vaksin. Ítøkiliga vísa gistinarhagtølini hjá Hagstovuni eina øking á 9% í ár samanborið við sama tíðarskeið í fjør. Vit hava tískil framvegis ein gyltan møguleika nú at skipa ferðavinnuna, soleiðis at hon kann mennast burðardygt til frama fyri allar føroyingar.
Vegna Ferðavinnufelagið
Árni Olsen, Atlantic Airways
Formaður, 213777
Henny á Líknargøtu, Smyril Line
Næstformaður
Oddbjørg Højgaard, Hotel Hafnia
Nevndarlimur
Thora Augustinussen, Gist&Vist
Nevndarlimur
Hans Jákup Kollslíð, HK Bussar
Tiltakslimur
Sakaris Frederiksen, Fonn Flog