Heilsan til Havnar Arbeiðsmannafelag á 100 ára degnum

15. januar. 2016 | Tíðindi | Almenn tíðindi

Felagið varð ein av grundarsteinunum undir einum skipaðum føroyskum arbeiðsmarknaði

Leygardagin 16. januar eru 100 ár liðin síðan Havnar Arbeiðsmannafelag varð sett á stovn. Endamálið við felagnum var at røkja áhugamálini hjá arbeiðsmonnum mótvegis arbeiðsgevarum.

Hetta hevði við sær, at eisini arbeiðsgevarar í Havn høvdu tørv á at skipa seg í felag, og Havnar Arbeiðsgevarafelag varð sum fyrsta felag fyri føroyskar arbeiðsgevarar á landi stovnað knappan mánaða aftaná stovningardagin hjá Havnar Arbeiðsmannafelag.

Fyrsti sáttmálin partanna millum varð undirskrivaður 7. februar 1916, og hetta var sostatt fyrsti føroyski kollektivi sáttmálin á landi, har bæði arbeiðsgevarar og løntakarar vóru skipað í feløg. Ein av grundarsteinunum undir einum skipaðum føroyskum arbeiðsmarknaði var lagdur.

Skiftandi nevndir í Havnar Arbeiðsmannafelag hava dugað at hugt frameftir og hugsað yvirskipað. Havnar Arbeiðsmannafelag kláraði í 1931 at fáa ásett 8-tíma arbeiðsdagin og teir fingu ein fastlønarsáttmála í 1938. Felagið gekk eisini á odda fyri at fáa gjørt eftirlønarskipan fyri limir sínar – fyrst rindaðu limirnir sjálvir inn til eftirlønarskipanina, og í 1985 kom tað eisini í sáttmálan, at arbeiðsgevari skal rinda inn til eftirløn.

Tað hevur týdning fyri samfelagið, at partarnir á arbeiðsmarknaðinum kenna teirra leiklut og teirra ábyrgd. Tað hevur týdning, at fakfeløg og arbeiðsgevarafeløg saman tryggja sáttmálaøkið sínámillum, men tað hevur minst líka stóran týdning, at partarnir duga at hyggja uppum sáttmálarnar og tryggja at tann arbeiðsmarknaðarskipan, vit virka undir, verður viðlíkahildin og dagførd um neyðugt. At arbeiðsmarknaðurin virkar væl, gagnar samfelagnum. Tað er okkara fatan, at Havnar Arbeiðsmannafelag hevur tikið sín leiklut á arbeiðsmarknaðinum í álvara og hevur átikið sær sín part av ábyrgdini fyri einum vælvirkandi arbeiðsmarknaði.

Sjálvsagt hava fleiri ósemjur og orrustur verið millum arbeiðsgevarar og løntakarar í tíðini, sum farin er. Men tað hava eisini verið gjørdar nógvar semjur, og mang løtan hevur verið hugnalig. Sigast má, at skiftandi nevndir í fyrst Havnar Arbeiðsgevarafelag og síðan Føroya Arbeiðsgevarafelag hava havt eitt gott samstarv við skiftandi nevndirnar í Havnar Arbeiðsmannafelag.

Føroya Arbeiðsgevarafelag takkar fyri gott samstarv og ynskir við hesum fáu orðum Havnar Arbeiðsmannafelag hjartaliga til lukku við teimum 100 árunum, við vónini um at tann virðing og tað samstarv, sum hevur verið partanna millum, fer at halda fram.

Bergur Poulsen
formaður

Annað á breddanum

  1. Starv sum samskiftisráðgevi til Vinnuhúsið

    Føroya Arbeiðsgevarafelag søkir eftir einum samskiftisráðgeva til Vinnuhúsið

    25. November. 2024 | Almenn tíðindi
    Ráðgevi2
  2. Hátíðarhald og diplomhandan í ferðavinnu í Vinnuhúsinum

    Týsdagin í farnu viku fingu næmingar í íverksetanar- og ferðavinnubreytini á NámX handað prógv í Vinnuhúsinum

    25. November. 2024 | Ferðavinna
    Námx 2
  3. LX International á vitjan í Vinnuhúsinum

    Í farnu viku vóru umboð frá Suðurkoreansku fyritøkuni, LX International, í Føroyum og kunnaðu seg um Føroyar og føroyskt vinnulív. Serliga var áhugin stórur fyri føroyskum makreli og laksi.

    25. November. 2024 | Samhandil
    Depositphotos 442622378 L