Kunning um semjuna við arbeiðarafeløgini
Sum kunnugt varð semja um nýggjar tvey ára sáttmálar við tey fimm arbeiðarafeløgini undirskrivað beint fyri midnátt fríggjakvøldið 6. mai.
Føroya Arbeiðsgevarafelag bjóðar tí limum sínum til heimleiðisfund har greitt verður frá semjuni.
Heimleiðisfundurin verður í Vinnuhúsinum á Óðinshædd mikudagin 11. mai kl. 15.00.
Allir limir í Føroya Arbeiðsgevarafelag, Føroya Handverksmeistarafelag, Føroya Prentsmiðjufelag, Reiðarafelagnum fyri Farmaskip og Arbeiðsgevarafelagnum hjá Fíggjarstovnum í Føroyum eru vælkomnir.