Heimleiðistiltak 7. Oktober: stjórin í Finans Norge greiður frá um burðardygd

04. oktober. 2021 | Tíðindi | Almenn tíðindi

Hósdagin 7. oktober kl. 15 verður heimleiðistiltak í Vinnuhúsinum, har stjórin í Finans Norge, Idar Kreutzer, greiðir frá, hví tær reglur, sum ES setur í verk fyri at tryggja ein burðardyggan búskap, eisini eru viðkomandi fyri Føroyar, og hvørja ávirkan tær kunnu fáa her á landi

Idar Kreutzer kemur úr Noregi og hevur síðani 2012 verið forstjóri í Finans Norge.

Kreutzer hevur millum annað verið formaður fyri serfrøðinganevndini hjá norsku stjórnini um at tryggja grønt kappingarføri og hevur stýrt verkætlanini Vision 2050 hjá World Business Council for Sustainable Development. Hann er í dag limur í klima- og miljøministerens klimaråd í Noregi. Les meira um hansara drúgvu bakgrund her

Tiltakið er serliga viðkomandi fyri øll sum handla við ES, og fyri fíggjarstovnar í Føroyum.

Tiltakið er ókeypis fyri limir í einum av feløgunum í Vinnuhúsinum, men neyðugt er tó við tilmelding á industry@industry.fo.

Skrá:

Kl. 15:00 Idar Kreutzer leggur fram um ES Taxonomi og fer at greiða frá, hví tað er viðkomandi fyri Føroyar og hvørja ávirkan tað fer at hava við sær. Framløgan verður á norskum.

Kl. 15:40 Spurningar og kjak

Annað á breddanum

  1. Frídagar um páskirnar

    Skírisdagur, langi fríggjadagur og 2. páskadagur eru heilir frídagar

    14. Apríl. 2025
    3 (3)
  2. Magnus Magnussen heldur fram sum formaður

    Nevndin í Føroya Handverksmeistarafelag hevur skipað seg

    14. Apríl. 2025 | Handverk og ídnaður
    Billede1 (3)
  3. Semja gjørd við Flogskiparafelag Føroya

    Føroya Arbeiðsgevarafelag og felagið fyri flogskiparar hava gjørt nýggjan tvey ára sáttmála

    14. Apríl. 2025 | Arbeiðsmarknaður
    Flogskiparafelag Føroya