Á skránni er fyrilestur um Amazon, nú risafyritøkan í næstum kemur á danska marknaðin. Eisini verður brandingarátak fyri handilsvinnuna avdúkað
Tað verður Rúnar Reistrup, sum kemur at greiða limunum frá um Amazon, nú fyritøkan hevur sett sær fyri at styrkja sína støðu í Norðurlondum.
Handilsvinnufelagið arbeiðir í løtuni við eini verkætlan, sum hevur til endamáls at branda handilsvinnuna í mun til rekrutering av lærlingum. Kunna verður um hesa verkætlanina á tiltakinum.
Nærri kunning verður send limunum í Handilsvinnufelagnum í vikuni.
Tiltakið verður í Vinnuhúsinum mikudagin 20. februar kl. 15.00 og er fyri limir í Handilsvinnufelagnum.
Tilmelding fer fram á industry@industry.fo