Mikudagin 3. mai kl. 15 skipar Føroya Arbeiðsgevarafelag fyri heimleiðistiltaki í Vinnuhúsinum, har úrslitini frá kanning av lokalu umstøðunum at reka vinnu verða løgd fram fyri limum í Vinnuhúsinum.
Føroya Arbeiðsgevarafelag sendi í januar mánaða í ár út spurnarskema til allar limir i húsinum við tí endamáli at kanna nøgdsemið við lokalu umstøðurnar at reka vinnu. Spurt varð m.a. um nøgdsemi við kommunala hugburðin mótvegis vinnuni, við kommunalt útboð og innkeyp, við kommunalar tænastur, við infrakervið, við lokalan skatt og gjøld og við atgongd til øki til vinnuligt virksemi.
Skráin fyri heimleiðistiltakið er henda:
15.00 Framløga av úrslitunum frá kanningini av lokala tænastustøðinum - Niels Winther, ráðgevi í Vinnuhúsinum
15.35 Steðgur
15.50 Hvussu riggar skipanin við vinnulívsráðnum? - Karl Birgir Isaksen, formaður í Klaksvíkar Vinnulívsráði
16.10 Umrøða av lokalu umstøðunum at reka vinnu
16.30 Liðugt
Vinaliga boða frá luttøku í seinasta lagi á miðdegi týsdagin 2. mai við at senda teldupost til industry@industry.fo ella ringja á tlf. 309900. Tiltakið verður í Vinnuhúsinum, Óðinshædd 7.