Týsdagin í farnu viku skipaði Føroya Arbeiðsgevarafelag fyri heimleiðistiltaki um Brexit. Poul Michelsen, landsstýrismaður í uttanríkis-og vinnumálum, Høgni Hoydal, landsstýrismaður í fiskivinnumálum kunnaðu um, hvørja tilgongd landsstýrið hevur, havt viðvíkjandi framtíðarsambandi Føroya við Stórabretland eftir Brexit, og um nýggju framhalds handilsavtaluna millum londini.
Poul Michelsen, landsstýrismaður, greiddi frá skipanini av Brexitbólkinum, sum er mannaður við umboðum fyri viðkomandi aðalráð. Brexitbólkurin hevur síðan fólkaatkvøðuna í Stórabretlandi fylgt gongdini tætt.
Endamálið hjá Brexitbólkinum hevur verið at tryggja framtíðarsambandið millum Føroyar og Stórabretland. Úrslitið av hesum arbeiðnum er m.a. fríhandilssáttmálin ella framhaldsavtalan, sum fyri kortum er gjørd millum londini.
Endamálið við framhaldsavtaluni hevur fyrst og fremst verið at tryggja stóra samhandilin, sum er ímillum londini. Landsstýrismaðurin vísti á, at sjálvandi vóru tað viðurskifti, sum hann kundi hugsa sær vóru við afturat, men soleiðis sum umstøðurnar hjá Stórabretlandi eru í løtuni, lat hetta seg ikki gera. Stórabretland hevur seinastu tíðina gjørt útvið 40 framhaldsavtalur av líknandi slag, samstundis, sum arbeitt hevur verið við at byggja upp nationalan førleika í umsitingini at taka sær av hesum.
Tó er komið við í avtaluna millum Føroyar og Stórabretland, at sáttmálin skal veita grundarlag fyri víðari frælsisgerð av handli partanna millum. Poul Michelsen segði, at ætlanin var at fara undir samráðingar um víðari frælsgerð, so skjótt bretskir myndugleikar vóru klárir til hetta.
Halla Nolsøe Poulsen, forkvinna í Brexitbólkinum, greiddi frá um tilgongdina í sambandi við Brexit. Tað snúði seg í fyrstu syftu um at eyðmerkja tey øki, sum kunnu verða ávirkaði av Brexit, at fylgja gongdini og at gera tilmæli um tiltøk. Sum dømi um øki, sum verða ávirkaði nevndi hon granskingarsamstarv (Horizon 2020), og støðuna hjá føroyingum og føroyskum lesandi í Bretlandi.
Elisabeth Rasmussen, fulltrúi í Uttanríkis- og Vinnumálaráðnum, greiddi frá um innihaldið í handilsavtaluni, sum nýliga er gjørd millum Føroyar og Stórabretland. Handilsavtalan kemur í gildi tann dag, Stórabretland fer úr ES, treytað av, at avtalan er endaliga ratifiserað í londunum báðum.
Sum heild er nýggja handilsavtalan eitt framhald av handilssáttmálanum, sum Føroyar hava við ES, við teimum teknisku tillagingum, sum eru neyðugar at gera. Tær vørur, sum á gildiskomudegnum tollfrítt kunnu útflytast til ES, kunnu eisini útflytast tollfrítt til Onglands eftir Brexit. Fyri tær vørur, sum upp til ávíst hámark kunnu útflytast tollfrítt til ES verður tað galdandi, at hesar tollfríu kvoturnar í handilsavtaluni við Stórabretland vera 13,6% av samsvarandi tollfríu kvotunum í handilsavtaluni millum Føroyar og ES.
Høgni Hoydal landsstýrismaður í Fiskivnnumálum greiddi frá tilgongdini í samband við fiskivinnusamráðingar við Stórabretland.
Sum á handilsøkinum hava drúgvar samráðingar verið bæði á politiskum og embætisstøði um fiskivinnusamstarv millum Føroyar og Stórabretland síðan fólkaatkvøðuna um Brexit. Um Brexit verður veruleiki verður Stórabretland ein týdningarmikil samstarvsfelagi hjá Føroyum í samband við fiskivinnuavtalur og samráðingar, bæði tá tað kemur til avtalur, bert millum londini bæði, men eisini tá talan er um millumlanda avtalur um m.a. uppisjóvarfiskiskapin.
Endamálið við tingingunum við Stórabretland hevur verið at tyggja Føroyum somu atgongd til bretskan sjógv, sum Føroyar í dag hava til ES sjógv, umframt millumlanda avtalu millum Føroya og Stórabretland um fiskiskap. Mett verður, at hetta er tryggjað.
Bretar hava í sambandi við samráðingar í Føroyum eisini nýtt høvi til at seta seg inn í fiskivinnuumsiting, nú bretar aftur skulu til at umsita hetta økið.