Heimleiðistiltak um KST Vakstrarforum

07. februar. 2022 | Tíðindi | KT- og samskifti

Herfyri var frágreiðing um KST vinnumøguleikar handað Vaktrarforum, sum løgmaðir stendur á odda fyri. Mikudagin 9. februar skipar KT-felagið fyri heimleiðistiltaki um frágreiðingina.

Nógv arbeiði er gjørt burturúr at kanna og lýsa vinnumøguleikar innan KST í Føroyum. Til heimleiðistiltakið mikudagin 9. februar verður frágreiðingin, sum er latin Vakstrarforum gjøgnumgingn. Tosað verður um, hvat er komið burturúr, hvat man eigur at seta sjóneykuna á og hvønn týdning hetta hevur fyri vinnuna og samfelagið sum heild.

Í Vakstrarforum KST arbeiðsbólkinum hava tveir limir í nevndini í KT-felagnum sitið. Tað eru Ulla Joensen og Jan Ziskasen. Tey fara at greiða frá arbeiðinum og geva sína meting um, hvussu tilmælini hava verið móttikin og hvussu Føroyar kunnu mennast við góðum KST politikki.

Heimleiðistiltakið verður mikudagin 9. februar kl. 15.00 í Vinnuhúsinum. Tiltakið er fyri limir í KT-felagnum.

Annað á breddanum

  1. Frídagar um páskirnar

    Skírisdagur, langi fríggjadagur og 2. páskadagur eru heilir frídagar

    14. Apríl. 2025
    3 (3)
  2. Magnus Magnussen heldur fram sum formaður

    Nevndin í Føroya Handverksmeistarafelag hevur skipað seg

    14. Apríl. 2025 | Handverk og ídnaður
    Billede1 (3)
  3. Semja gjørd við Flogskiparafelag Føroya

    Føroya Arbeiðsgevarafelag og felagið fyri flogskiparar hava gjørt nýggjan tvey ára sáttmála

    14. Apríl. 2025 | Arbeiðsmarknaður
    Flogskiparafelag Føroya