Heimleiðistiltak um nýggju dátuverndarlógina

28. oktober. 2019 | Tíðindi | Almenn tíðindi

Hósdagin 31. oktober kl. 14.00 skipar Vinnuhúsið fyri tiltaki, har limir kunnu fáa kunning um lógaruppskotið um nýggja dátuverndarlóg. Høvi verður eisini at seta spurningar ella at reisa ivamál. Katrin Thorsvig Hansen, fulltrúi á Løgmansskrivstovuni, kemur at greiða frá.

Løgmansskrivstovan hevur lagt lógaruppskot um nýggja dátuverndarlóg til almenna hoyring á heimasíðu sínari. Hoyringsfreistin er 8. november 2019. Til ber at lesa meira uppskotið um dátuverndarlóg her.

Endamálið við uppskotinum er at betra um verjuna av persónsupplýsingum, samstundis sum Føroyar fylgja altjóðagerðini og verða góðkendar av ES, sum trygt triðjaland. Men uppskotið er rættiliga rúgvismikið og torskilt fyri fyritøkur og persónar, ið ikki eru serfrøðingar á økinum. Tí skipar Vinnuhúsið fyri heimleiðisfundi, har umboða frá løgmansskrivstovuni greiðir frá, og til ber eisini at seta spurningar.

Vinarliga boða frá luttøku á industry@industry.fo ella við at ringja 309900 áðrenn týsdagin 29. oktober kl. 12.00. Tiltakið er bert fyri limir í einum av feløgunum í Vinnuhúsinum.

Tiltakið verður stroyma og leinkji verður sent til limirnar í Vinnuhúsinum.

Annað á breddanum

  1. Frídagar um páskirnar

    Skírisdagur, langi fríggjadagur og 2. páskadagur eru heilir frídagar

    14. Apríl. 2025
    3 (3)
  2. Magnus Magnussen heldur fram sum formaður

    Nevndin í Føroya Handverksmeistarafelag hevur skipað seg

    14. Apríl. 2025 | Handverk og ídnaður
    Billede1 (3)
  3. Semja gjørd við Flogskiparafelag Føroya

    Føroya Arbeiðsgevarafelag og felagið fyri flogskiparar hava gjørt nýggjan tvey ára sáttmála

    14. Apríl. 2025 | Arbeiðsmarknaður
    Flogskiparafelag Føroya