Heimleiðstiltak í Samskifti

Fríggjadagin 21. februar verður tiltak í Vinnuhúsinum, har limir í Samskifti fáa høvi at hittast og at kunna seg um viðkomandi viðurskifti í samskiftivinnuni.

14. februar. 2025 | Tiltak | KT- og samskifti

Michael Koba og Pál Weihe hugleiða um góðar vanar at fyribyrgja strongd í einum gerandisdegi við nógvari ferð. Síðani fer Rannvá Sólheim frá Brúkaraumboðnum at greiða frá viðkomandi greinum í lógini, sum ofta verða avbjóðaðar í føroyskari marknaðarføring. Rannvá fer at vísa á hugsað dømi og fer eisini at koma inn á ávirkaravirksemi í marknaðarføringshøpi.

Limir eru vælkomnir at bjóða starvsfólkum úr fyritøkuni við til tiltakið.

Skrá:

  • Kl. 14:00 - 14:45 - “Heilin í íverksetan & skapan” v/ Pál Weihe & Michael Koba
  • Kl. 14:45 - 15:00 - Steðgur - Cava og kransakøka
  • Kl. 15:00 - 15:40 - Rannvá Sólheim, Brúkaraumboðið
  • Kl. 15:40 - Liðugt

Annað á breddanum

  1. Skilagott at stilla pensjónsaldurin

    Tað er neyðugt at stilla pensjónsaldurin í royndini at tryggja búskaparliga haldførið, men skipanin má ikki gloyma menniskjuni.

    31. Mars. 2025
    Pensjónsaldur
  2. Samskifti hevur aðalfund

    Hósdagin 3. apríl kl. 12:00 verður aðalfundur í felagnum

    31. Mars. 2025 | KT- og samskifti
    479956199 1170827671233774 7353576297619675991 N (1)
  3. Tollur tyngir útflutningsvinnuna

    Tollur er ikki bara eitt prosenttal. Hann er beinleiðis orsøk til, at føroyskar fyritøkur tapa milliónir og stríðast við ójavna kapping

    26. Mars. 2025
    Depositphotos 127678960 XL