Heimsbúskapurin undir lupp í Perluni

19. oktober. 2009 | Tíðindi | Almenn tíðindi

Mikukvøldið 21. oktober verður skipað fyri stórum íløgukvøldið í nýggju Perluni í Tórsgøtu í Havn. Høvuðstalari verður viðurkendi danski búskaparfrøðingurin, Arvid Stentoft Jacobsen, leiðandi greinari hjá LD Invest

Arvid Steintoft Jacobsen er serfrøðingur í heimsbúskapi og fer í sínum fyrilestri at viðgera støðuna í heimsbúskapinum og geva eitt boð uppá, hvussu langt kreppan er komin.
Í sínum fyrilestrum grundgevur Arvid Stentoft Jacobsen við búskaparligum amboðum, men leggur samstundis dent á at greiða frá soleiðis, at bæði leik og lærd kunnu fylgja við.
Umboð frá Føroya Banka fara eisini at greiða frá sambandinum millum búskapargongdina og partabrævamarknaðin, og hvussu hendan gongdin ávirkar føroyingar. Eftir framløgurnar verður lætt ábit, har høvi verður at skifta orð við framløgufólkini.

Tiltakið er alment og verður mikukvøldið 21. oktober frá kl. 19:00 - 20:30. Ókeypis atgongd.

Annað á breddanum

  1. Frídagar um páskirnar

    Skírisdagur, langi fríggjadagur og 2. páskadagur eru heilir frídagar

    14. Apríl. 2025
    3 (3)
  2. Magnus Magnussen heldur fram sum formaður

    Nevndin í Føroya Handverksmeistarafelag hevur skipað seg

    14. Apríl. 2025 | Handverk og ídnaður
    Billede1 (3)
  3. Semja gjørd við Flogskiparafelag Føroya

    Føroya Arbeiðsgevarafelag og felagið fyri flogskiparar hava gjørt nýggjan tvey ára sáttmála

    14. Apríl. 2025 | Arbeiðsmarknaður
    Flogskiparafelag Føroya