FM fyri handverkslærlingar verður á Torginum í SMS hósdagin og fríggjdagin. Hetta er aðru ferð skipað verður fyri FM kappingini. Hesaferð verður kappast í timbur, el og hárfríðkan.
Kappast verður tveir heilar dagar á Torginum í SMS. Kappingarnar byrja hósadagin longu áðrenn handlarnir hava latið upp. Síðani verður steðgur í, tá FM kappingin verður sett. Tað verður bogarstjórin í Tórshavnar kommunu, Annika Olsen, sum setur FM fyri handverkslærlingar.
Síðani kappast teir 11 lærlingarnir víðari til handlarnir lata aftur kl 18. Tó verður hárfríðkannarkappingin nakað øðrvísi enn timbur og el. í hárfríðkan verður kappast í fleiri smærri uppgávu, har tann síðsta endar hósdagin kl 15.15. El- og timburlærlingarnir halda tó fram til kl 18.
Fríggjamorgin byrja kappingarnar aftur áðrenn handlarnir hava latið upp. Síðani verður kappast til kl 15, tá dømingin fer fram. Síðani verður steypahandan kl 17.00. Tað verður nýsetta Landsstýriskvinnan í Mentamálum, Hanna Jensen, sum handar vinnarunum steypini.
Her er øll skráin:
Tíð | El | Timbur | Hárfríðkan |
Hósdagur 28. februar | |||
08:30 | Dómarar síggja model | ||
09:00 | Byrja | Byrja | Klipping |
10:15 | Døming í vátum hári | ||
10:30 | Setan: Annika Olsen, Borgarstjóri, setir FM | ||
10:30 | Luttakarar hava steðg | ||
10:45 | Halda fram | Halda fram | Føn/finish |
11:30 | Døming | ||
11:45 | Umfrisering | ||
12:30 | Døming | ||
12:45 | Døgurðasteðgur | ||
13:30 | Halda fram | Halda fram | Mótaklipp harrar |
14:15 | Døming | ||
14:30 | Styling | ||
15:00 | Døming | ||
15:15 | Liðugt fyri í dag | ||
18:00 | Liðugt fyri í dag | Liðugt fyri í dag | |
Fríggjadagur 1. mars | |||
08:00 | Byrja aftur | Byrja aftur | |
09:30 | Dómarar síggja model | ||
10:00 | Langt hár uppsetan | ||
12:00 | Døming | ||
12:30 | Døgurðasteðgur | ||
13:00 | Halda fram | Halda fram | Make-up |
14:30 | Døming | ||
15:00 | Liðugt | Liðugt | Liðugt |
15:00 | Døming | Døming | |
17:00 | Vinnarar funnir | ||
17:00 | Steypahandan: Hanna Jensen handar steypini | ||
18:00 | Tiltakið liðugt |
Tey sum skulu kappast eru:
Timbur:
Ingmar Dam, Búsetur
Markus Olsen, Articon
Hjarnar Gaard Hansen, JEP Smíð
El:
Teitur Johannesen, JT Electric
David Arnhold Hjelm, Pado
Rasmus Poulsen, LM Electric
Rói Zachariassen, LM Electric
Hárfríðkan:
Elisabet Dam Jacobsen, Salong Karin’sa
Petra Høgnadóttir Hansen, Adore
Jórunn á Gravarbø, Evoke
Føroya Handverksmeistarafelag er høvuðsfyriskipari av FM fyri handverkslærlingar. Tiltakið verður fyriskipað í samstarvi við Føroya Handverkarafelag, Landsfelag Handverkaranna, Yrkisdepilin og Tórshavnar Kommunu