FM fyri handverkslærlingar verður á Torginum í SMS dagarnar 5. og 6. oktober. Tá fara bestu lærlingarnir í timbur, rørsmíð og hárfríðkan at kappast um at gerast Føroyameistari.
Jórun á Gravarbø manglar á myndini
Hetta er fyrstu ferð, at skipað verður fyri FM fyri handverkslærlingar í Føroyum, og eru bæði lærlingar og meistarar spentir uppá uppgávuna.
”Jú, sjálvsagt er tað ein heiður hjá fyritøkuni, at ein av okkara lærlingum er útvaldur at kappast um Føroyameistaraheiti” sigur Kjartan Hansen, stjóri á Kanjon
”Hetta er nakað heilt serligt. Vit hava fyrireika okkum væl og vant til FM. Nú skal kappingin bara byrja” sigur Tóra Knudsen, sum er í læru á Salong Bylgjan á Argjum.
Hesi skulu kappast um FM í ávíkavis timbur, rørsmíð og hárfríðkan:
Annfinnur Allanson Hjaltalin, Demich
Kári Hvidtfeldt Rasmussen, Blikksmiðjan
Palli Haraldsen, Renovent
Sunniva Sólarris, Eysturlon
Marni Reinert Jacobsen, TN Bygging
Hjalmar Debes Joensen, Byggivirkið KBH
Ásmundur Poulsen, Kanjon
Tóra Knudsen, Salong Bylgjan,
Sarah Jensen, Karinsa
Rebekka Ósá Petersen, KÖTLUM
Jórun á Gravarbø, Evoke