Fyrst í august byrjaði Hjørdis Jógvansdóttir Dam í starvslæru í Vinnuhúsinum, og verður hon í starvslæru her í 10 vikur.
Hjørdis nemur sær útbúgving innan marknaðarføring og altjóða handil á Erhvervsakademi Sydvest, og fer hetta eisini at seta dám á tær uppgávur hon fæst við í Vinnuhúsinum.
Vit tosaðu við Hjørdis um útbúgvingina og starvslæruna í Vinnuhúsinum:
Hvussu langt ert tú komin við útbúgvingini innan altjóða handil og marknaðarføring?
Eg byrjaði at lesa marknaðarførslubúskap á Hægri Nám á Glasi á sumri í 2021, og gjørdist liðug í 2023. Eg valdi síðan at tekna meg til Erhvervsakademi Sydvest í Esbjerg, sum bjóðar professionsbachelor í altjóða handli og marknaðarføring á netinum sum fjarlestur. Soleiðis kundi eg fáa ein professionsbachelor uttan at skula av landinum.
Tað er ein top up útbúgving omaná marknaðarførslubúskap. Eg byrjaði at lesa á sumri í 2023, og havi nú bert eitt semestur eftir, og verði tí liðug í januar 2025.
Hvussu dámar tær útbúgvingina?
Mær dámar sum heild væl útbúgvingina. Mær dámar væl at vera kreativ, og tí haldi eg tað vera týdningarmikið at hava eina teoretiska vitan, sum kann stuðla upp undir tað kreativa. Útbúgvingin er eisini sera breið og vit koma inná nógv viðkomandi øki, sum eg meti gevur mær betur møguleikar at fáa starv eftir loknan lesnað. Í útbúgvingini havi eg serliga lagt dent á projektleiðslu, talgilda søluoptimering og e-handil.
Tað hevur til tíðir verið avbjóðandi at lesa fjarlestur, tí í okkara førum hevur tað í stóran mun verið sjálvlestur, men vit vóru heili seks úr okkara flokki, sum gjørdu av at lesa víðari, so vit hava hvønn annan at sparra við og stuðla hvørjum øðrum.
Hví valdi tú at søkja um starvslæru í Vinnuhúsinum?
Eg gjørdi av at søkja um at koma í starvslæru í Vinnuhúsinum, tí tað er nakað heilt annað, enn hvat eg eri von við. Eg havi arbeitt nógv við B2C marknaðarføring á sosialum miðlum, og tí ynski eg at royna okkurt annað, so eg kann nema mær fleiri royndir í einum heilt øðrum øki. Eg haldi tað vera týdningarmikið at traðka úr sínum tryggu karmum viðhvørt, tí tá lærir man ofta nógv meira. Eg haldi eisini, at Vinnuhúsið arbeiðir við nógvum spennandi uppgávum, sum eg gjarna vil læra meira um. So eg komi her við opnum sinni, og taki alt til mín, sum eg kann læra, og vóni at eg kann koma við mínum íkasti, sum Vinnuhúsið fær gagn av.