Føroya Arbeiðsgevarafelag skrivaði 7. oktober undir nýggjar høvuðsavtalur við SFS, Yrkisfelagið Trygdina og Finansforbundet.
Høvuðsavtalurnar eru broyttar orsakað av, at Føroya Arbeiðsgevarafelag hevur yvirtikið hesar frá Arbeiðsgevarafelagnum hjá Fíggjarstovnum í Føroyum, sum gjørdist limur í FAG í 2008. Hetta merkir eisini, at tað verður Føroya Arbeiðsgevarafelag, sum fer at standa fyri komandi sáttmálasamráðingunum fyri hetta øki. Verandi sáttmálar ganga út 1. mai 2011, og væntandi er, at samráðingarnar byrja nakað áðrenn.
SFS eru fakfelag fyri starvsfólk í Eik Banka, Norðoya Sparikassa, Suðuroyar Sparikassa og Elektron. Yrkisfelagið Trygdin er fakfelag fyri starvsfólk í Tryggingarfelagnum Føroyar og Lív.
Finansforbundet er fakfelag fyri starvsfólk í Føroya Banka.
Annað á breddanum
Gleðilig jól og gott nýggjár
Við tøkk fyri tað brátt farna árið, ynskir Føroya Arbeiðsgevarafelag øllum sínum limum og samstarvsfeløgum eini gleðilig jól og eitt gott nýggjár
16. Desember. 2024 | Almenn tíðindiLærupláss: Ein spennandi og møguleikarík leið
Í farnu viku skipaði Føroya Handverksmeistarafelag fyri einum afturvendandi kunnandi tiltaki fyri næmingum á NámX. Tiltakið, ið hevur til endamáls at vísa á týdningin av læruplássi sum næsta stig í yrkisleiðini, savnaði uml. 100 næmingar, ið fingu eitt spennandi innlit í, hvat krevst fyri at sleppa í læru.
16. Desember. 2024Lógaruppskotið um Suðuroyartunnil ikki nóg búgvið at leggja fyri Løgtingið enn
Føroya Arbeiðsgevarafelag fegnast um, at politiska skipanin hevur tikið stig til at fyrireika eina langtíðarloysn fyri flutning til og úr Suðuroy. Lógaruppskotið er tó ikki nóg búgvið at leggja fyri Løgtingið enn
16. Desember. 2024 | Almenn tíðindi