Talan er um eitt tiltak har umboð fyri kommunurnar koma at greiða frá, hvussu teirra innkeyp er skipað. Harafturat koma umboð frá tí almenna at greiða frá, hvussu teirra innkeyp er skipað.
Gestarøðarar eru úr ávíkavist Dansk Industri, umboðandi tað privatu vinnuna í Danmark og Gribskov kommunu umboðandi tann kommunala innkeyparan. Tey fara m.a. at greiða frá teirra royndum at fáa eitt gott samstarv við privatu vinnuna. Eisini verður eitt innlegg har umboð fyri føroyska fyritøku greiðir frá teirra royndum frá almennum og kommunalum innkeypi í Føroyum.
Tiltakið er m.a. ætlað fyritøkum, sum selja til tann almenna- og kommunala geiran, umframt tey, ið luttaka í innkeypi í tí almenna- og kommunala geiranum. Øll áhuga eru tó vælkomin.