Føroya Handverksmeistarafelag bjóðar til limafund um løggilding fyri handverksmeistarar. Fundurin verður mikudagin 5. juli kl. 15.00
Føroya Handverksmeistarafelag fegnast um ætlanirnar hjá Landsstýrismanninum í vinnumálum, Høgna Hoydal, um at seta í verk skipan við løggilding fyri Handverksmeistarar. Tað er eingin loyna, at felagið leingið hevur eftirlýst eina slíka skipan.
Í dag eru eingi krøv til tann, sum fremur handverksarbeiði fyri onnur, (tó við undantaki fyri el-fakið). Hóast flestu verkætlanir eydnast væl, eru dømir um fólk, sum koma illa fyri orsaka av miseydnaðum byggiverkætlanum.
Føroya Handverksmeistarafelag hevur gjørt eitt uppskot til hvussu løggilding fyri handverksmeistarar kann skipast. Hetta uppskotið er grundað á, at løggilding krevst fyri at standa fyri byggiverkætlan ella parti av henni. Fyri at gerast løggildur handverksmeistari eigur viðkomandi at hava sveinabræv, royndir á økinum og lokið meistaraútbúgving.
Á limafundinum mikudagin verður kunnað um, hvat uppskotið hjá Føroya Handverksmeistarafelag inniber og hvat liggur í einari meistaraútbúgving.