Hvat er tað sum svenskarar duga?

07. mars. 2011 | Tíðindi | Almenn tíðindi

Hóast tekin eru um, at heimsbúskapurin er við at fóta sær eftir altjóða búskaparkreppuna, so er tað framvegis stúran, ið eyðkennir fráboðanir frá serfrøðingum um búskaparútlitini her um okkara leiðir. Í Svøríki hava tey tó funnið fram til okkurt sum riggar.

Í teimum framkomnu búskapunum um okkara leiðir er vøksturin lágur, og útlitini fyri komandi ár eru ikki serliga góð heldur. Nevndir og arbeiðsbólkar í hópatali verða sett fyri at gera vakstrarætlanir, soleiðis at komast kann burtur úr hesi stillstøðuni. Men hjá okkara svensku grannum sær ikki út til at vera orsøk til at stúra. Í 4.kv. í 2010 var vøksturin 7,3 í Svøríki. Svenskarar liggja tí heilt í topp í OECD høpi og eru at finna millum lond sum Kina. Onnur norðurlond hava tøl, ið liggja so langt niðan fyri svensku tølini, at tað tolir onga samanbering.

Tað kann tí ikki undra, at yvirskriftir sum “svenskur undurvøkstur” ella “svenska loysnin” eru at finna í fjølmiðlunum. Tað, sum serfrøðingar so kjakast um í hesum døgum er, hvat tað er svenskarar duga, sum onnur norðurlond og framkomin lond annars ikki síggja út til at finna út av.

Metingar frá serfrøðini um uppskriftina til svensku framgongdina eru samansettar. Eitt er, at í Svøríki verður ikki fastur kurspolitikkur førdur í mun til euroina. Tað verður mett at hava haft positivan týdning í 2010, har euroin hevur verið í kreppu. Men aðrar orsøkir eru, at gongd er aftur komin á  útflutning av bilum í Svøríki, og ikki minst at skil er á almennu útreiðslunum. Í Svøríki hevur undirskotið á fíggjarlógini undir búskaparkreppuni ongantíð verið størri enn 0,9 % av BTÚ.

Í Svøríki hevur tí verið rúm fyri skattalættum til miðalklassan, sum so eisini hevur fingið gongd á nýtsluna, og harumframt eru skipanir við skattafyrimunum settar í verk í sambandi við bústaðarbatar og til eitt slag av heimatænastuskipan. Hetta síðsta hevur viðført, at svart arbeiðið er vorðið hvítt.

Mett verður tó ikki, at svenska ævintýrið fer at varða við.  Men hóast vøksturin fyri 2011 ikki fer heilt upp um 7 % í 2011, so verður talan helst um ein munandi vøkstur í 2011 í Svøríki. Í Føroyum kunnu vit tó eisini fegnast um, at metingin hjá Landsbankanum fyri 2011 vísir ein vøkstur á 4-5 %*.

Hagtøl:

Til samanberingar kann nevnast, at vøksturin fyri heimsbúskapin sum heild er mettur til 5 % fyri 2010, fyri USA 2,8; fyri ES-londini sum heild 1,8, og fyri Týskland og Stóra Bretland ávikavist 3,6 og 1,7. Um vit skulu gera eina varisliga samanbering við føroysk viðurskifti, so verður tilsvarandi tal fyri Føroyar í 2010 mett at vera áleið 0*.

Í 2010 varð undirskotið í almennum útreiðslum í mun til BTÚ sambært OECD hagtølum mett at vera 1,2 % í Svøríki, 4,6 % í Danmark og 3,4 % í Føroyum.

* realt BTÚ roknað sum nom. BTÚ deflaterað við brúkaraprístali

Keldur: DI.dk og Landsbankin

Annað á breddanum

  1. Gleðilig jól og gott nýggjár

    Við tøkk fyri tað brátt farna árið, ynskir Føroya Arbeiðsgevarafelag øllum sínum limum og samstarvsfeløgum eini gleðilig jól og eitt gott nýggjár

    16. Desember. 2024 | Almenn tíðindi
    Jól
  2. Lærupláss: Ein spennandi og møguleikarík leið

    Í farnu viku skipaði Føroya Handverksmeistarafelag fyri einum afturvendandi kunnandi tiltaki fyri næmingum á NámX. Tiltakið, ið hevur til endamáls at vísa á týdningin av læruplássi sum næsta stig í yrkisleiðini, savnaði uml. 100 næmingar, ið fingu eitt spennandi innlit í, hvat krevst fyri at sleppa í læru.

    16. Desember. 2024
    20241211 102219
  3. Lógaruppskotið um Suðuroyartunnil ikki nóg búgvið at leggja fyri Løgtingið enn

    Føroya Arbeiðsgevarafelag fegnast um, at politiska skipanin hevur tikið stig til at fyrireika eina langtíðarloysn fyri flutning til og úr Suðuroy. Lógaruppskotið er tó ikki nóg búgvið at leggja fyri Løgtingið enn

    16. Desember. 2024 | Almenn tíðindi
    Depositphotos 11083879 L