Hvat skal til fyri at fáa fólkavøkstur í Føroyum?

14. januar. 2013 | Tíðindi | Almenn tíðindi

Landsstýrið hevur byrjað verkætlan, sum hevur til endamáls at fáa fólkavøkstur í Føroyum aftur.

Sum fyrsta stig í verkætlanini hevur landsstýrismanðurin í vinnumálum sett ein arbeiðsbólk, sum skal gera uppskot til heildarætlan. Bólkurin skal viðgera ítøkilig tiltøk, sum kunnu venda einari hóttandi fólkafráflyting til fólkavøkstur. Eisini Vinnuhúsið luttekur í hesum arbeiðsbólki.

Á síðuni www.vmr.fo/folkaflyting ber nú til hjá øllum at koma við sínari áskoðan um, hvørji tiltøk eiga at vera sett í verk. Øll hava helst sínar tankar um, hvussu fólkavøkstur aftur verður skaptur í Føroyum. Teir tankarnar vil arbeiðsbólkurin fegin hava.

Arbeiðsbólkurin skal lata landsstýrismanninum sína frágreiðing og tilmæli í seinasta lagi tann 1. apríl 2013.

Annað á breddanum

  1. Frídagar um páskirnar

    Skírisdagur, langi fríggjadagur og 2. páskadagur eru heilir frídagar

    14. Apríl. 2025
    3 (3)
  2. Magnus Magnussen heldur fram sum formaður

    Nevndin í Føroya Handverksmeistarafelag hevur skipað seg

    14. Apríl. 2025 | Handverk og ídnaður
    Billede1 (3)
  3. Semja gjørd við Flogskiparafelag Føroya

    Føroya Arbeiðsgevarafelag og felagið fyri flogskiparar hava gjørt nýggjan tvey ára sáttmála

    14. Apríl. 2025 | Arbeiðsmarknaður
    Flogskiparafelag Føroya