7

Hvat verður títt lærupláss?

04. desember. 2023 | Tíðindi | Handverk og ídnaður

Kunningartiltakið “Lærupláss sum næsta stig” verður á skrá fríggjadagin 8. desember

Føroya Handverksmeistarafelag og Eysturskúlin skipa fyri tiltaki at vísa á lærupláss sum næsta stig í yrkisleiðini hjá næmingunum á NámX. Hetta tiltak hevur sterkt fokus á at eggja til og vísa fram fyrimunirnar við at fara í læru.

Eftir at skúlaárið endar í summar, skulu teir umleið 170 næmingar á NámX velja, hvat tey skulu takast við næstu tíðina. NámX hevur fleiri breytir, sum eru rættaðar ímóti vinnuni. Í sínum átøkum at fyrireika næmingarnar til arbeiðsmarknaðin, hevur NámX lagt áherðslu á at kunna næmingarnar um teir mongu spennandi møguleikarnar, sum eru í at fara í læru. Her møta arbeiðsgevarar upp og greiða frá, hvat krevst til at fáa eitt lærupláss.

Næmingarnir fáa kunnleika um hvørjir fyrimunir eru við at velja læruna sum sítt næsta stig, og hvat verður væntað av teimum sum lærlingar. Á tiltakinum kemur Yrksidepilin eisini at greiða frá yrkisútbúgvingarskipanini, og um hvussu lærlingar veksla ímillum ástøðiliga skúlagongd og praktiska læru í samstarvi millum skúla og vinnu.

Tiltakið verður hildið í Eysturskúlanum fríggadagin, 8. desember

Annað á breddanum

  1. Frídagar um páskirnar

    Skírisdagur, langi fríggjadagur og 2. páskadagur eru heilir frídagar

    14. Apríl. 2025
    3 (3)
  2. Magnus Magnussen heldur fram sum formaður

    Nevndin í Føroya Handverksmeistarafelag hevur skipað seg

    14. Apríl. 2025 | Handverk og ídnaður
    Billede1 (3)
  3. Semja gjørd við Flogskiparafelag Føroya

    Føroya Arbeiðsgevarafelag og felagið fyri flogskiparar hava gjørt nýggjan tvey ára sáttmála

    14. Apríl. 2025 | Arbeiðsmarknaður
    Flogskiparafelag Føroya