Hví arbeiða føroyingar niðursetta tíð?

27. juni. 2011 | Áskoðan

Fleiri føroyingar enn aðrir norðurlendingar arbeiða niðursetta tíð. Føroya Arbeiðsgevarafelag heldur, at ein týðandi orsøk til tað er, at tað ikki loysir seg at arbeiða.

Hagtøl fyri arbeiðsvirkni hjá føroyingum vísa, at føroyingar í størri mun enn í hinum norðurlondunum arbeiða niðursetta tíð. Í Føroyum eru tað oman fyri 30 % av teimum, sum eru í arbeiði, sum arbeiða niðursetta tíð. Men munurin á kynunum er stórur í hesum sambandi. Í Norðurlondum sum heild arbeiða 36 % av kvinnunum niðursetta tíð, men í Føroyum arbeiða 52 % av føroyskum kvinnum niðursetta tíð.
Føroya Arbeiðsgevarafelag heldur, at orsøkin til, at so stórur partur av føroyingum arbeiða niðursetta tíð er at finna í skattaskipanini. Felagið hevur áður víst á, at markið fyri, nær ein skal rinda marginalskatt er alt ov lágt, samstundis sum eitt marginalskattatrýst oman fyri 60 % er alt ov høgt.
Føroya Arbeiðsgevarafelag heldur tað vera neyðugt at gera broytingar í skattaskipanini, soleiðis at tað fer at loysa seg at arbeiða.

Annað á breddanum

  1. Frídagar um páskirnar

    Skírisdagur, langi fríggjadagur og 2. páskadagur eru heilir frídagar

    14. Apríl. 2025
    3 (3)
  2. Magnus Magnussen heldur fram sum formaður

    Nevndin í Føroya Handverksmeistarafelag hevur skipað seg

    14. Apríl. 2025 | Handverk og ídnaður
    Billede1 (3)
  3. Semja gjørd við Flogskiparafelag Føroya

    Føroya Arbeiðsgevarafelag og felagið fyri flogskiparar hava gjørt nýggjan tvey ára sáttmála

    14. Apríl. 2025 | Arbeiðsmarknaður
    Flogskiparafelag Føroya