FAG og KAF eru ikki sørt bilsin og ørkymlaði av reaktiónini hjá Starvsmannafelagnum eftir úrskurðin hjá Fasta Gerðarrætti í gjárskvøldið.
Sáttmálin um Fasta Gerðarrættin var eitt frambrot í søguni hjá føroyska arbeiðsmarknaðinum. Nú kom ein instansur har trætur á arbeiðsmarknaðinum kundu viðgerast og avklárast av einum rætti, sum varð valdur av pørtunum á arbeiðsmarknaðinum sjálvum.
Áðrenn vit fingu Fasta Gerðarrættin vóru trætir loystar í ad hoc gerðarrættum, og í málum um óheimilaðið stríðsstig í Fútarættinum. Breið semja tykist vera um, at táverandi støðan var ikki haldbar, og helst var hetta orsøkin til, at semja fekst um Fasta Gerðarrætt.
At Starvsmannafelagið nú hevur hug at undirgrava úrskurðir hjá Fasta Gerðarrættinum er sera ódámligt og lítið professionelt. Starvsmannafelagið hevur undirskrivað sáttmálan um Fasta Gerðarrættin, og allir partar, sum hava skrivað undir sáttmálan um Fasta Gerðarrætt, eiga at virða úrskurðir sagdir av honum. So einkult er tað!
Starvsmannafelagið metir ikki, at Fasti Gerðarrættur hevur heimild at seta krav um fráboðanarfreist, og tá lýsta verkfallið er heimilað, so hevur fráboðanarfreistin einki at siga. Hesum eru vit púra ósamd í. Tað er einki, sum forðar Fasta Gerðarrætti í at siga, at eitt verkfall er óheimilað orsakað av ov stuttari fráboðan, og tað er tað, sum er hent í hesum førinum.
Men onki er so ringt, at tað ikki er gott fyri okkurt. Kanska fær hesin úrskurður endiliga fakfelagssíðuna at vakna. Við nøkrum fáum undantøkum hevur fakfelagssíðan hóast óteljandi áheitanir staðiliga noktað yvirhøvur at viðgera eina fráboðanarfreist. Latum okkum vóna, at arbeiðsgevarasíðan um ikki annað fær fakfeløgini at tosa um støðuna, og at partarnir í felag kunnu skapa nakrar karmar og nakrar mannagongdir í sambandi við fráboðanir av verkføllum og stríðsstigum annars.
Tá tað verður ført fram, at arbeiðsgevarasíðan ongantíð hevur mótmælt tí praksis, sum higartil hevur verið, er tað ikki rætt. Tað er heldur ikki rætt at siga, at um eitt stríðsstig skal fráboðast við eini freist, so hevur tað onga effekt. Men eitt stríðsstig eigur ikki at vera eitt mál í sær sjálvum – tað eigur at vera síðsti útvegur, eisini hjá fakfeløgunum. At leggja eitt hvørt virksemi lamið, hevur sjálvandi eina ávirkan. Hetta uttan mun til nær og hvar stríðsstigið rakar - um tað ikki er so, so hevur rakta virksemi ikki nakað tilverugrundarlag yvirhøvur.
Hóast fakfeløgini ikki eru glað fyri samanberingar við danska arbeiðsmarknaðin, so slepst ikki undan, at føroyski arbeiðsmarknaðurin er ávirkaður av honum, tí at Føroyar jú vóru partar av hesum arbeiðsmarknaði til 1948 og fevndar av danska fasta gerðarrættinum til upp í ´70-ini. Í Danmark vóru viðurskiftini viðvíkjandi fráboðan longu skipaði í 1899, men í Føroyum ber hetta at síggja til framvegis ikki til nú 110 ár seinni.
Føroya Arbeiðsgevarafelag og Kommunala Arbeiðsgevarafelag Føroya
Annað á breddanum
Gleðilig jól og gott nýggjár
Við tøkk fyri tað brátt farna árið, ynskir Føroya Arbeiðsgevarafelag øllum sínum limum og samstarvsfeløgum eini gleðilig jól og eitt gott nýggjár
16. Desember. 2024 | Almenn tíðindiLærupláss: Ein spennandi og møguleikarík leið
Í farnu viku skipaði Føroya Handverksmeistarafelag fyri einum afturvendandi kunnandi tiltaki fyri næmingum á NámX. Tiltakið, ið hevur til endamáls at vísa á týdningin av læruplássi sum næsta stig í yrkisleiðini, savnaði uml. 100 næmingar, ið fingu eitt spennandi innlit í, hvat krevst fyri at sleppa í læru.
16. Desember. 2024Lógaruppskotið um Suðuroyartunnil ikki nóg búgvið at leggja fyri Løgtingið enn
Føroya Arbeiðsgevarafelag fegnast um, at politiska skipanin hevur tikið stig til at fyrireika eina langtíðarloysn fyri flutning til og úr Suðuroy. Lógaruppskotið er tó ikki nóg búgvið at leggja fyri Løgtingið enn
16. Desember. 2024 | Almenn tíðindi