VINNUÁTAKIÐ 2024
Føroya Arbeiðsgevarafelag

Hvør skal hava heiðurin sum Vinnuátakið 2024?

25. juni. 2024 | Tíðindi | Almenn tíðindi

Á árliga Vinnudegnum velur ein dómsnevnd á hvørjum ári Ársins Virki og Ársins Vinnuátak. Hetta er eisini ætlanin at gera í ár.

Vinnuátakið verður latið fyri at heiðra eitt virki ella ein vinnuligan persón, sum hevur gjørt eitt serligt átak, framt eina verkætlan v.m., ið kann gagna vinnuligum framburði. Hetta kann vera eitt einstakt átak, men kann eisini vera arbeiði, sum er gjørt í eina tíð. Í sínari meting skal dómsnevndin serliga leggja dent á hesi viðurskifti:

  • Búskaparliga burðardygd (t.e. at tað er ein vinnuligur menningarmøguleiki í átakinum)
  • Umhvørvisliga burðardygd
  • Sosiala burðardygd

Um tit hava eitt ella fleiri uppskot, ber til at senda hesi til ossur@industry.fo í seinasta lagi 5. juli.

Dómsnevndin fær ikki at vita, hvør hevur sent inn ymisku uppskotini.

Tað er eisini gjørligt at skjóta eitt átak upp, sum tykkara fyritøka hevur staðið fyri.

Vinnudagurin verður fríggjadagin 20. september.

Annað á breddanum

  1. Semja um nýggjan sáttmála við Samverk

    Føroya Arbeiðsgevarafelag og Samverk hava gjørt nýggjan tvey ára sáttmála

    08. Apríl. 2025 | Sáttmálasamráðingar
    Samverk
  2. Vinnuhúsið á vitjan í Fuglafirði og á Kambsdali

    Myndafrásøgn: Tveir dagar, átta fyritøkur og óteljandi góðar samrøður. Týsdagin og mikudagin í farnu viku vóru starvsfólkini í Vinnuhúsinum á virkisvitjan í Fuglafirði og á Kambsdali

    07. Apríl. 2025 | Almenn tíðindi
    Havsbrún 1
  3. Barbara nýggj í Samskifti

    Barbara Maria Lamhauge er nýggj í nevndini í felagnum Samskifti.

    07. Apríl. 2025 | KT- og samskifti
    Nevnd Samskifti 2025