Løgmansskrivstovan hevur lagt lógaruppskot um nýggja dátuverndarlóg til almenna hoyring á heimasíðu sínari. Hoyringsfreistin er 8. november 2019. Í hesum sambandi skipar Vinnuhúsið fyri heimleiðistiltaki hósdagin 31. oktober kl. 14.
Endamálið við uppskotinum er at betra um verjuna av persónsupplýsingum, samstundis sum Føroyar fylgja altjóðagerðini og verða góðkendar av ES, sum trygt triðjaland. Nýggja dátuverndarlógin skal avloysa galdandi lóg um viðgerð av persónsupplýsingum frá 2001.
Vinnuhúsið tekur undir við endamálinum við lógaruppskotinum, men uppskotið er rættiliga rúgvismikið og torskilt fyri fyritøkur og persónar, ið ikki eru serfrøðingar á økinum.
Tað eru fleiri ivaspurningar og viðurskifti í uppskotinum, sum kunnu verða trupul at gjøgnumskoða.
Sambært uppskotinum verður ábyrgd flutt frá Dátueftirlitinum yvir á dátuábyrgdarhavarar á stovnum og fyritøkum. Tað er ikki krav, at privatar fyritøkur skulu hava dátuverndarfólk, men sum skilst, so fara tað tó at vera rættiliga nógvar privatar fyritøkur, sum skulu hava dátuábyrgdarhavarar, tí tær møguliga koma at viðgera persónsviðkvæmar upplýsingar.
Tað er sostatt ikki greitt, nær og hvørjar privatar fyritøkur skulu hava dátuverndarfólk.
Í lógaruppskotinum verður sagt, at kravið um yvirlit yvir viðgerð av, hvørjar persónsupplýsingar verða viðgjørdar og til hvørji endamál tær vera nýttar, ikki er galdandi fyri fyritøkur við færri enn 250 starvsfólkum. Tó leggur uppskotið upp til, at hetta krav kortini verður galdandi fyri fyritøkur við færri enn 250 starvsfólkum, um tað er sannlíkt, at viðgerðin hevur við sær váða. Neyðugt er at fáa eina nærri allýsing av hvussu hetta skal skiljast.
Í lógaruppskotinum verður lagt upp til at hækka sektarstøðið fyri brot á persónsupplýsingar munandi, soleiðis at bøturnar fyri brot á lógina, koma upp á sama støði, sum í Danmark, har t.d. ein hýruvognsstøð nýliga fekk eina bót á 1,2 mió. kr.
Dátueftirlitið skal samstundis fáa heimild til at geva fyrisitingarlig sektaruppskot fyri brot á dátuverndarlógina, eins og løgreglan gevur sektaruppskot fyri brot á ferðslulógina.
Hetta eru m.a. nakrir spurningar, sum eiga at verða lýstir og greinaðir nærri, áðrenn lógaruppskotið verður lagt fram í Løgtinginum.
Fyri at geva fyritøkum møguleika at fáa svara sínum ivamálum viðvíkjandi nýggju dátuverndarlógini, verður skipað fyri heimleiðistiltaki í Vinnuhúsinum hósdagin 31. oktober kl 14. Tað verður Katrin Thorsvig Hansen, fulltrúi á Løgmansskrivstovuni, sum kemur at greiða frá.
Vinarliga boða frá luttøku á industry@industry.fo ella við at ringja 309900 áðrenn týsdagin 29. oktober kl. 12.00. Tiltakið er bert fyri limir í einum av arbeiðsgevarafeløgunum í Vinnuhúsinum.