Hesum greiddu yrkislærd frá fyri næmingum í 8. flokki miku- og hósdagin í farnu viku.
”Greið frá tínum yrki” er tiltak, har handverkarar og yrkislærd greiða næmingum í 8. flokki frá sínum lívi við eini yrkisútbúgving. Tey greiða m.a. frá, hvussu tað er at vera í læru og um teir mongu møguleikar, sum hendan útbúgvingin hevur givið teimum.
Allir næmingar í 8. flokki í Tórshavnar Kommunu vóru og lurtaðu. Hetta er fjórðu ferð, at ”Greið frá tínum yrki” hevur verið í Havn, har Havnar Handverksmeistarafelag er vertur. Síðsta skúlaár varð tiltakið eisini í Klaksvík, og eftir ætlan verða yrkissøgur eisini fortaldar aðrastaðni í landinum hetta skúlaárið.
Tiltakið varð fyriskipað av Føroya- og Havnar Handverksmeistarafelag, Handilsvinnufelagnum, Ferðavinnufelagnum og KT-felagnum í samstarvi við Yrkisdepilin og Tórshavnar kommunu.
Tey, sum greiddu frá vóru:
Kjartan Højgaard Elektrikari LM Elektrik
Rógvi Holm Timbur Búsetur
Olgar Nielsen Bilsmiður Reyni Service
Jan Jacobsen Kokkur Hotel Hafnia
Sunniva Sólarris Timbur Eysturlon
Laila av Reyni Sniðgevi Glasir
Sarah Jensen Hárfríðkan Karinsa
Teodor Thomassen Rørsmiður Demich
Sjúrður Jakubæus Gartnari Hjálpirótin
Bárður Róin Johannessen Timbur Articon
Ransin Djurhuus Málari Málarameistarin Ransin N. Djurhuus
Milja R. Simonsen Málari Málarameistarin Ransin N. Djurhuus
Rósa Maria Restorff Tænari/Móttøka Hotel Hafnia
Høgni Heri Mohr Krambakallur Skálkur
Marius Høgnesen Stálskipasmiður Mest