Hvussu eru lokalu umstøðurnar at reka vinnu í Føroyum?

19. apríl. 2017 | Tíðindi | Almenn tíðindi

Føroya Arbeiðsgevarafelag skipar mánadagin 24. apríl fyri tiltaki fyri allar kommunur í landinum, har sjóneykan verður sett á lokalu umstøðurnar at reka vinnu í Føroyum.

Føroya Arbeiðsgevarafelag hevur fyrr í ár spurt limafyritøkurnar, hvussu lokalu umstøðurnar eru at reka vinnu, har tær eru staðsettar. Ein stórur partur av lokalu kørmunum eru ábyrgd hjá kommununum, og Føroya Arbeiðsgevarafelag hevur tí bjóðað umboðum fyri øllum kommunum til eitt tiltak, har úrslitini frá kanningini verða løgd fram. Eisini fer Rógvi Róin, stjóri í P/F Petur Larsen, at leggja fram um týdningin av lokalu kørmunum og Jógvan Skorheim, borgarstjóri í Klaksvíkar kommunu, fer at greiða frá hvussu Klaksvíkar kommuna arbeiðir við vinnumenning.

Í grannalondunum Noreg, Svøríki og Danmark verða kanningar av lokalu umstøðunum gjørdar á hvørjum ári, men í Føroyum er tað fyrstu ferð, at ein slík kanning er gjørd.

Tiltakið byrjar mánadagin 24. apríl kl. 9.30 á Hotel Føroyum og er ókeypis. Tó er neyðugt at melda til tiltakið í seinasta lagi fríggjadagin 21. apríl kl. 12.00 við at senda ein teldupost til industry@industry.fo ella við at ringja á 309900. Hvør kommuna kann í mesta lagi melda 3 umboð til tiltakið.

Skráin fyri tiltakið er henda:

9:30       Vælkomin

              Høgni Hansen, næstformaður í Føroya Arbeiðsgevarafelagi

9.35       Framløga av úrslitum frá kanningini av lokalu umstøðunum at reka vinnu

Niels Winther, ráðgevi í Vinnuhúsinum

10.05     Steðgur

10.25     Hvussu skapa vit bestu karmarnar fyri fyritøkur í kommununi?

Jógvan Skorheim, borgarstjóri í Klaksvíkar kommunu

10:40     Hvønn týdning hava lokalu karmarnir fyri okkara fyritøku

              Rógvi Róin, stjóri í P/F Petur Larsen.

10.55     Samanumtøka

Høgni Hansen, næstformaður í Føroya Arbeiðsgevarafelagi

11.00     Liðugt

Umframt tiltakið fyri kommunurnar t. 24. apríl, fer Føroya Arbeiðsgevarafelag t. 3. mai at skipa fyri heimleiðistiltaki, har úrslitini frá kanningini verða løgd fram fyri limirnar í Føroya Arbeiðsgevarafelagi.

Annað á breddanum

  1. Starv sum samskiftisráðgevi til Vinnuhúsið

    Føroya Arbeiðsgevarafelag søkir eftir einum samskiftisráðgeva til Vinnuhúsið

    25. November. 2024 | Almenn tíðindi
    Ráðgevi2
  2. Hátíðarhald og diplomhandan í ferðavinnu í Vinnuhúsinum

    Týsdagin í farnu viku fingu næmingar í íverksetanar- og ferðavinnubreytini á NámX handað prógv í Vinnuhúsinum

    25. November. 2024 | Ferðavinna
    Námx 2
  3. LX International á vitjan í Vinnuhúsinum

    Í farnu viku vóru umboð frá Suðurkoreansku fyritøkuni, LX International, í Føroyum og kunnaðu seg um Føroyar og føroyskt vinnulív. Serliga var áhugin stórur fyri føroyskum makreli og laksi.

    25. November. 2024 | Samhandil
    Depositphotos 442622378 L