Hvussu eru lokalu umstøðurnar at reka vinnu í Føroyum?

04. apríl. 2022 | Tíðindi | Almenn tíðindi

Føroya Arbeiðsgevarafelag fer í næstum at kanna, hvussu umstøðurnar eru at reka vinnu í ymsu kommununum í Føroyum.

Føroya Arbeiðsgevarafelag fer í næstum at spyrja limafyritøkur, hvussu lokalu umstøðurnar eru at reka vinnu, har tær eru staðsettar.

Kommunalu karmarnir og tænasturnar hava stóran týdning fyri eini røð av fyritøkum. Kommunurnar hava nógvar ítøkiligar uppgávur, sum hava týdning fyri vinnufyritøkur á staðnum, m.a. vatnveiting, grundøki til vinnulig endamál, barnaansing og eldrarøkt umframt vega- og havnaviðurskiftini.

Men eisini áhugin og hugburðurin hjá kommununi kann hava týdning, serliga um fyritøkur renna seg í ítøkiligar trupulleikar, sum kommunan kann hjálpa teimum við. Tá er gott at vita, at man hevur ein góðan partnara í kommununi.

Føroya Arbeiðsgevarafelag hevur tí sett sær fyri at máta hitan á lokala vinnuumhvørvinum og samstundis spyrja vinnufyritøkurnar, hvørji viðurskifti hava størstan týdning.

Í grannalondunum Noreg, Svøríki og Danmark verða kanningar av lokalu umstøðunum gjørdar á hvørjum ári, og í Føroyum er tað á øðrum sinni, at ein slík kanning verður gjørd.

Kanningin leggur dent á lokalu vinnuumstøðurnar og verður gjørd við tí endamáli at betra um samskiftið milllum partarnar.

Framløgan av úrslitinum frá seinastu kanning, sum var gjørd í 2017, kann finnast her.

Annað á breddanum

  1. Starv sum samskiftisráðgevi til Vinnuhúsið

    Føroya Arbeiðsgevarafelag søkir eftir einum samskiftisráðgeva til Vinnuhúsið

    25. November. 2024 | Almenn tíðindi
    Ráðgevi2
  2. Hátíðarhald og diplomhandan í ferðavinnu í Vinnuhúsinum

    Týsdagin í farnu viku fingu næmingar í íverksetanar- og ferðavinnubreytini á NámX handað prógv í Vinnuhúsinum

    25. November. 2024 | Ferðavinna
    Námx 2
  3. LX International á vitjan í Vinnuhúsinum

    Í farnu viku vóru umboð frá Suðurkoreansku fyritøkuni, LX International, í Føroyum og kunnaðu seg um Føroyar og føroyskt vinnulív. Serliga var áhugin stórur fyri føroyskum makreli og laksi.

    25. November. 2024 | Samhandil
    Depositphotos 442622378 L