Hvussu marknaðarføra okkara handil á Facebook?

09. desember. 2019 | Tíðindi | Handilsvinna

Henda spurningin seta nógvir handlar sær sjálvum í hesum tíðum, har mesta samskifti fer fram umvegis sosialu miðlarnar.

Handilsvinnufelagið skipar tí fyri einum heimleiðistiltaki fyri limum sínum í Vinnuhúsinum, hósdagin 23. januar 2020 kl. 15, har Jákup Justinussen, serfrøðingur innan talgilda marknaðarførslu, fer at halda ein fyrilestur við heitinum:

“Hvussu marknaðarføra okkara handil á Facebook?”

Í februar 2020 fer Handilsvinnufelagið síðan at skipa fyri einum hálvdagsskeiði við praktiskari undirvísing í marknaðarførðslu og at gera lýsingar á Facebook.

Handilsvinnufelagið fer at senda limum sínum nærri kunning um heimleiðistiltakið og skeiðið ein av fyrstu døgunum.

Annað á breddanum

  1. Frídagar um páskirnar

    Skírisdagur, langi fríggjadagur og 2. páskadagur eru heilir frídagar

    14. Apríl. 2025
    3 (3)
  2. Magnus Magnussen heldur fram sum formaður

    Nevndin í Føroya Handverksmeistarafelag hevur skipað seg

    14. Apríl. 2025 | Handverk og ídnaður
    Billede1 (3)
  3. Semja gjørd við Flogskiparafelag Føroya

    Føroya Arbeiðsgevarafelag og felagið fyri flogskiparar hava gjørt nýggjan tvey ára sáttmála

    14. Apríl. 2025 | Arbeiðsmarknaður
    Flogskiparafelag Føroya