Hvussu menna eina heimskenda KT-fyritøku

06. oktober. 2008 | Tíðindi | Almenn tíðindi

Mogens Nørgaard hevur sum eigari og íverksetari av fyritøkuni Miracle A/S verið tann, sum hevur skapt eina sólskinssøgu, tá hann saman við dugnaligum starvsfólkum hevur ment KT-fyritøkuna Miracle A/S.

Mogens Nørgaard kemur til Føroya í komandi viku og í hesum sambandi, hevur KT-felagið heitt á hann um at halda ein fyrilestur um strategiina fyri Miracle A/S og hvussu fyritøkan hevur ment seg til tað hon er í dag.
Á fyrilestrinum vil Mogens Nørgaard koma inn á, hvussu nýggir miðlar sum t.d. you-tube og comon o.a. kunnu brúkast í endamálinum at gera fyritøkur kendar. Mogens vil somuleiðis tosa um Bryggj-húsið, PR og annað, sum er stuttligt, men verður gjørt fyri at marknaðarføra fyritøkuna.
At enda vil Mogens hyggja eitt sindur inn í framtíðina og koma við spádómum um framtíðar KT-vinnu.
Fyrilesturin verður mánadagin 13. okt kl. 15.00 í Vinnuhúsinum. Tiltakið er alment og ókeypis. Tey, sum hava hug at hoyra Mogens Nørgaard kunnu senda ein t-post til industry@industry.fo í seinasta lagi fríggjadagin kl 12.00.

Annað á breddanum

  1. Frídagar um páskirnar

    Skírisdagur, langi fríggjadagur og 2. páskadagur eru heilir frídagar

    14. Apríl. 2025
    3 (3)
  2. Magnus Magnussen heldur fram sum formaður

    Nevndin í Føroya Handverksmeistarafelag hevur skipað seg

    14. Apríl. 2025 | Handverk og ídnaður
    Billede1 (3)
  3. Semja gjørd við Flogskiparafelag Føroya

    Føroya Arbeiðsgevarafelag og felagið fyri flogskiparar hava gjørt nýggjan tvey ára sáttmála

    14. Apríl. 2025 | Arbeiðsmarknaður
    Flogskiparafelag Føroya