Í kvøld, mánakvøldið 30. mai kl. 19:00, skipar Eysturoyar Vinnulívsfelag fyri almennum tiltaki í Løkshøll um menning av føroyskum kappingarføri í einum heimi, sum er í broyting.
Eysturoyar Vinnulívsfelag skipar fyri tiltaki, sum setur fokus á, hvørja ávirkan broytti heimurin hevur á føroysku vinnuna, hvørjar broytingar hetta viðførir og hvørjar møguleikar ið broytta støðan gevur.
Fyrilestrarhaldararnar eru Dag Sletmo, leiðandi ráðgevi innan fiskivinnu í DNB, størsta bankanum í Noreg, Gorjan Nikolok, leiðandi greinari innan matvøruframleiðslu í Rabobank í Hollandi og Heri á Rógvi, búskaparfrøðingur, Lóður.
Ráðstevnan er almenn og ókeypis