Hvussu nógv KT-fólk eru í Føroyum?

04. desember. 2017 | Tíðindi | KT- og samskifti

Mikudagin 6. desember kl. 15.00 skipar KT-felagið fyri spennandi heimleiðistiltakið fyri limum felagsins.

KT er ein sjálvsagdur partur av flest øllum arbeiðsplássum í dag. Men hvussu nógv fólk starvast við KT í Føroyum? Hetta setti KT-felagið sær fyri at kanna í heyst. Kanningin er gjørd eftir OECD leisti, og endamálið við kanningini er at kanna støðuna í KT-vinnuni. Við at nýta altjóða leist, kann støðan samanberast við støðuna í londunum, sum vit samanbera okkum við.

Á heimleiðistiltakinum mikudagin verður úrslitið av kanningini av, hvussu nógv KT-fólk starvast í Føroyum, lagt fram.

Annað á breddanum

  1. Starv sum samskiftisráðgevi til Vinnuhúsið

    Føroya Arbeiðsgevarafelag søkir eftir einum samskiftisráðgeva til Vinnuhúsið

    25. November. 2024 | Almenn tíðindi
    Ráðgevi2
  2. Hátíðarhald og diplomhandan í ferðavinnu í Vinnuhúsinum

    Týsdagin í farnu viku fingu næmingar í íverksetanar- og ferðavinnubreytini á NámX handað prógv í Vinnuhúsinum

    25. November. 2024 | Ferðavinna
    Námx 2
  3. LX International á vitjan í Vinnuhúsinum

    Í farnu viku vóru umboð frá Suðurkoreansku fyritøkuni, LX International, í Føroyum og kunnaðu seg um Føroyar og føroyskt vinnulív. Serliga var áhugin stórur fyri føroyskum makreli og laksi.

    25. November. 2024 | Samhandil
    Depositphotos 442622378 L