Hvussu røkka vit framtíðarbrúkaran?

11. oktober. 2021 | Tíðindi | Handilsvinna

Hetta er heitið á framløgu í Handilsvinnufelagnum, hóskvøldið 4. november kl. 19, í Kaffihúsinum á Bryggjubakka í Havn.

Tað eru gjørdar nógvar áhugaverdar greiningar, sokallaðar trendanalysur, úti í heimi, um, hvussu keypsmynstrið hjá framtíðarbrúkaranum fer at síggja út.

Hvussu er rákið og hvønn veg flytur brúkarin seg? Fer brúkarin at keypa tað sama sum nú? Ella hvat fer hann at keypa? Og hvussu fer hann at keypa tað, hann skal brúka?

Rógvi Olavson, samfelagsfrøðingur, hevur hugt nærri eftir fleiri av hesum greiningum.

Rógvi Olavson, samfelagsfrøðingur

Rógvi fer at greiða nærri frá og hugleiða um niðurstøðurnar av greiningunum í Handilsvinnufelagnum, hóskvøldið 4. november 2021, í Kaffihúsinum.

Tey, sum ætla sær at koma til famløguna, verða vinarliga biðin um at boða Vinnuhúsinum frá luttøku, mortan@industry.fo, í seinasta lagi, hósdagin 28. oktober 2021.

Tiltakið er ókeypis fyri limir í Handilsvinnufelagnum.

Tað er tó ein møguleiki at tekna seg sum lim í Handilsvinnufelagnum, áðrenn framløguna, og sleppa ókeypis til tiltakið.

Annað á breddanum

  1. Frídagar um páskirnar

    Skírisdagur, langi fríggjadagur og 2. páskadagur eru heilir frídagar

    14. Apríl. 2025
    3 (3)
  2. Magnus Magnussen heldur fram sum formaður

    Nevndin í Føroya Handverksmeistarafelag hevur skipað seg

    14. Apríl. 2025 | Handverk og ídnaður
    Billede1 (3)
  3. Semja gjørd við Flogskiparafelag Føroya

    Føroya Arbeiðsgevarafelag og felagið fyri flogskiparar hava gjørt nýggjan tvey ára sáttmála

    14. Apríl. 2025 | Arbeiðsmarknaður
    Flogskiparafelag Føroya