Hvussu skulu arbeiðsgevarar handfara støðuna við covid-19

12. mars. 2020 | Tíðindi | Almenn tíðindi

Føroya Arbeiðsgevarafelag fylgir við støðuni og vit eru til taks at vegleiða okkara limir.

Føroya Arbeiðsgevarafelag mælir limum til at fylgja tilmælunum frá myndugleikunum fyri at minka um smittuvandan.

Føroysku myndugleikarnir hava nú sett herd átøk í verk fyri almenna geiran fyri at basa covid-19. Virksemið í vinnuni heldur tó fram eftir vanligum treytum. Tað er umráðandi, at virksemið verður ávirkað sum minst, og steðgur ikki kemur í framleiðslu av vørum og tænastum til føroyska samfelagið og útheimin.

Støðan broytist kortini støðugt, og tí er neyðugt, at fyritøkur, við støðið í egnum viðurskiftum, gera ítøkiligar metingar av, hvussu virksemið kann skipast á bestan hátt fyri at minka um smittuvandan.

Somuleiðis er umráðandi at halda seg til tilmælini frá myndugleikunum.

Føroya Arbeiðsgevarafelag hevur samband við fakfeløg um íkomnu støðuna. Í ávísum fyritøkum er virksemið rakt av støðuni, og neyðugt er tí at gera tillaðingar á arbeiðsplássinum. Mælt verður til at leiðslurnar í fyritøkunum tosa við álitisfólk á staðnum um at leggja arbeiðið til rættis. Hetta kann t.d. gerast við, at starvsfólk halda feriu, avspáka ella finna aðrar loysnir í felag.

Vit hava verið í sambandi við Kommunufelagið um barnaansing komandi vikurnar. Sambært Kommunufelagnum verður barnaansing tøk fyri tey, ið hava tørv á ansing til og við 3. flokk. Hetta merkir, at starvsfólk í privatu vinnuni fáa framvegis børnini ansað á stovni. Kommunufelagið veitir nærri kunning um hetta.

Um ivamál eru um viðurskifti hjá starvsfólki, verður heitt á fyritøkur um at venda sær til Føroya Arbeiðsgevarafelag.

Annað á breddanum

  1. Starv sum samskiftisráðgevi til Vinnuhúsið

    Føroya Arbeiðsgevarafelag søkir eftir einum samskiftisráðgeva til Vinnuhúsið

    25. November. 2024 | Almenn tíðindi
    Ráðgevi2
  2. Hátíðarhald og diplomhandan í ferðavinnu í Vinnuhúsinum

    Týsdagin í farnu viku fingu næmingar í íverksetanar- og ferðavinnubreytini á NámX handað prógv í Vinnuhúsinum

    25. November. 2024 | Ferðavinna
    Námx 2
  3. LX International á vitjan í Vinnuhúsinum

    Í farnu viku vóru umboð frá Suðurkoreansku fyritøkuni, LX International, í Føroyum og kunnaðu seg um Føroyar og føroyskt vinnulív. Serliga var áhugin stórur fyri føroyskum makreli og laksi.

    25. November. 2024 | Samhandil
    Depositphotos 442622378 L